Skift
sprog
Play audiofilesv
At vera orðblindur næmingur í Danmark
Att vara en ordblind elev i Danmark

Buster Adam Valeur Madsen, Elias Beyer Crosby & Signe Elmstrøm

Oversat til svensk af Susanne Backe
3
4

Hendan bókin er skrivað til næmingar, sum júst eru kannaðir fyri orðblindni, floksfelagar, foreldur og lærarar. Hon er skrivað í samstarvi við tveir orðblindar næmingar og ein lesivegleiðara, sum veit nógv um orðblindni.

Denna bok är skriven för elever som just har testats för ordblindhet, klasskamrater, föräldrar och lärare. Den är skriven i samarbete mellan två elever med ordblindhet och en lärare med kunskap om ordblindhet.


Play audiofile 5
6

Orðblindni verður eisini rópt dysleksi og kann lýsast sum “eitt støðugt órógv at týða skriftmálið, sum stendst av einum breki í ljóðskipanini”. Tá ið tú ert orðblindur, hevur tú truplari við at læra at lesa og stava, tí heilin hevur trupulleikar at binda saman bókstavir við ljóð.

Ordblindhet kallas också dyslexi och kan definieras som "en ihållande störning i kodning av skriftspråket, orsakat av fel i det fonologiska systemet". När du är dyslektisk är det svårare att lära sig läsa och stava eftersom hjärnan har problem med att ansluta bokstäver till ljud.


Play audiofile 7
8

Orðblindni hevur einki við vit og skil at gera. Orðblindni er mangan arvaligt og kann ikki lekjast. Men nógv orðblind kunnu við venjing gerast góðir lesarar. Tað eru uml. 7 % orðblind í Danmark. Tað eru uml. tveir næmingar í hvørjum flokki.

Ordblindhet har inget med intelligens att göra. Ordblindhet är ofta ärftlig och kan inte botas. Men många ordblinda kan utbilda sig till att bli bra läsare. Det finns cirka 7% dyslektiker i Danmark. Det är ca. två i varje klass.


Play audiofile 9
10

Øll hava rætt at fáa tikið eina orðblindakanning í síni skúlatíð, um tú hevur illgruna um orðblindni. Í Danmark kanst tú verða kannaður fyri orðblindni frá síðst í 3. flokki. Hendan orðblindakanningin verður tikin hjá lesivegleiðaranum á skúlanum.

Alla har rätt att få göra ett dyslexitest under sin skoltid, om du misstänker dyslexi. I Danmark kan du testas för dyslexi från slutet av 3: e klass. Ett nationellt dyslexitest används, som görs av skolans läs-vägledare.


Play audiofile 11
12

Í Danmark hava orðblindir næmingar møguleika at fáa atgongd til lesi- og skrivitøkni (LST) frá skúlanum, eitt byrjanarskeið og kunnu søkja um eyka tíð til royndirnar. LST er eitt nú ein telefon, ein teldil ella ein telda við forritum, sum kunnu lesa upp og koma við uppskotum um orð, tá ið tú skrivar.

I Danmark har dyslexi studenter möjlighet att få läs- och skrivverktyg (LST) som förfogas av skolan, en introduktionskurs och kan ansöka om extra tid för tentamen. LST är t ex en telefon, surfplatta eller dator med program som kan läsa och lämna ordförslag när du skriver.


Play audiofile 13
14

LST kann hjálpa tær, tá ið tú skalt lesa og skriva. Tað tekur eitt sindur longur tíð at skriva og lesa við LST, og tað gongst ikki altíð líka væl og kann vera trupult at brúka. Tað krevur venjing at brúka LST. Tað er gott, tá ið bæði lærarar, floksfelagar og foreldur vita, hvat LST er og duga at hjálpa.

LST kan hjälpa en när man läser och skriver. Att skriva och läsa med LST tar lite längre tid, och det kan vara svårt att använda. Att använda LST kräver utbildning. Det är trevligt när både dina lärare, kamrater och föräldrar vet vad LST är och kan ge hjälp.


Play audiofile 15
16

Tað er ikki altíð so stuttligt at fáa at vita, at tú ert orðblindur. Summi blíva kedd og kenna seg øðrvísi. Onnur kenna ein lætta, tá ið tey skilja, at tað er ein orsøk til, at tey hava trupult við at læra at lesa og stava. Tú skilur, at tú ikki ert býttur.

Det är inte alltid kul att få höra att du är dyslektiker. Vissa blir uttråkade och känner sig ensamma. Andra känner sig lättade över att det finns en anledning till att det är svårt att lära sig läsa och stava. Du får reda på att du inte är dum.


Play audiofile 17
18

Tað kennist gott, tá ið tínir floksfelagar og lærarar vita, at tú ert orðblindur. Tú hevur ofta brúk fyri at fáa longur tíð til at gera eina uppgávu. Tað er ikki altíð so stuttligt at hava ein vikar, sum ikki veit, at tú ert orðblindur, tí so mást tú forklára honum tað. Men tað er týdningarmikið, at tú sigur honum tað, hóast tú kanska heldur tað vera flovisligt.

Det är bäst när ens vänner och lärare vet att du är dyslektiker. Du behöver ofta ta längre tid för att göra en uppgift. Det är inte alltid lätt att ha en vikarie som inte vet att du är dyslektiker, för då måste du förklara det. Men det är viktigt att säga, även om man kan känna sig generad.


Play audiofile 19
20

Nógvir skúlar í Danmark hava “Orðblindabólkar”, har orðblindir næmingar hittast og deila vitan um eitt nú nýggj forrit og funkur til upplestur ella talu-til-tekst. Bólkurin hevur eisini framløgur fyri øðrum næmingum, lærarum og foreldrum, so fleiri fáa vitan um orðblindni.

Många skolor i Danmark har “Ordblindepatruljer”, där dyslektiska elever möts och delar kunskap om till exempel de senaste apparna och funktionerna för läsning eller tal-till-text. Patrullerna ger också presentationer till andra elever, lärare och föräldrar, så att fler får kunskap om dyslexi.


Play audiofile 21
22

Í Danmark eru uml. 20 orðblindaeftirskúlar, har tú sum orðblindur næmingur kanst búgva og ganga í skúla í 9. og 10. flokki. Har vita lærararnir alt um orðblindni og taka atlit til tað í undirvísingini og til fráfaringarroyndirnar.

I Danmark finns det cirka 20 dyslexi skolor där du som dyslexi student kan bo och gå i skolan i 9:e eller 10:e klass. Här vet lärarna allt om dyslexi och tar hänsyn till det i undervisningen och slutproven.


Play audiofile 23
24

Týdningarmesta ráðið frá øðrum orðblindum er: “Trúgv á teg sjálvan og góðtak, at tú ert orðblindur. Tú klárar tað - eins og øll onnur!”
(Buster og Elias - orðblindir næmingar).

Det viktigaste rådet från andra dyslektiker är: ”Tro på dig själv och acceptera att du är dyslektisk. Du kan - precis som alla andra!”
(Buster och Elias - dyslexi elever)


Play audiofile 25
26

Tað eru nógv kend fólk, sum vóru ella eru orðblind, eitt nú Leonardo da Vinchi, H.C. Andersen, Albert Einstein, Bill Gates, Thomas Blachman og Will Smith.

Det finns många välkända personer som var eller är dyslektiska, till exempel Leonardo da Vinci, H.C. Andersen, Albert Einstein, Bill Gates, Thomas Blachman och Will Smith.


Play audiofile 27
28

4. heimsmál hjá ST er um, at øll skulu hava somu atgongd til allar útbúgvingar - eisini um tey hava brúk fyri hjálpitólum. Hvat kunnu vit øll gera fyri best at hjálpa, so at ein floksfelagi ikki skal kenna seg einsamallan ella skammast um at vera orðblindur?

FN: s världsmål 4 handlar om att alla ska ha lika tillgång till all utbildning - även om du behöver hjälpmedel. Vad kan vi alla göra för att hjälpa, så att en klasskamrat inte känner sig ensam eller generad över att vara ordblind?


Play audiofile 29
At vera orðblindur næmingur í Danmark

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Pluslexia.com + S4: Peggy und Marco Lachmann-Anke - pixabay.com
S6: Willard5 - commons.wikimedia.org + S7: Høien & Lundberg, 2015
S8: Gerd Altmann - pixabay.com + S9: Kilde: nota.dk
S10: ©ordblindetest.nu
S12+16: Piqsels.com
S14: ©Vitec MV
S18+24: Signe Elmstrøm
S20: ©ordblindepatruljen.dk
S22: S. Nielsen
S26: Commons.wikimedia.org + S27: Kilde: etlivsomordblind.dk
S28:  ©globalgoals.org
Man kan læse mere om ordblindhed på www.ordblindeforeningen.dk 
www.elmstroem.dk
Forrige side Næste side
X