





Thordis Dahl Hansen
Siðvenjan at kóka kleynur til jóla, stavar heilt aftur frá miðøldini, tá ið ikki var vanligt at brúka ovn til matgerð. Kleynur eru eisini partur av jólabakstrinum í ìslandi, Norra, Danmark og Svøríki.
Her er ein uppskrift:
125 g av margarini + 350 g av sukri
3 egg + 1½ dl av mjólk
5 súpisk. av kardamummum
3 súpisk. av bakipulvur
uml. 1 kg av heitimjøl
Síðan skulu tær skerast við kleynusporanum. Kleynurnar skulu hava skap, sum ein romba.
So skulu tær snúgvast. Tann eini endin verður vendur ígjøgnum miðuna á kleynunis oleiðis at kleynan kemur at líkjast ein sloyfu.
Kleynurnar verða kókaðar í heitari olju, og tað eru bert nakrar kleynur í grýtuni í senn.
Tað er ikki leingi,i til tær eru klárar at taka upp aftur. Kleynurnar skulu vera ljósabrúnar.