språk
Anna Hughes og Louise Hermansen Starup
Översatt till färöiska av Guðrun Elttør og Astu WollesBakkin (Dyrehavsbakken) er ein stuttleikapark, ið liggur norðan fyri Keypmannahavn. Hon er heimsins elsta og er frá 1583. Har eru bæði kabarettir, tónleikur og gleimur. Har hittir tú eisini Pjerrot.
Bakkin (Dyrehavsbakken) er ein stuttleikapark, ið liggur norðan fyri Keypmannahavn. Hon er heimsins elsta og er frá 1583. Har eru bæði kabarettir, tónleikur og gleimur. Har hittir tú eisini Pjerrot.
Tivoli er mitt í Keypmannahavn. Tivoli er tann mest vitjaða og hin kendasta parkin í Danmark. Hon læt upp í 1883, men í byrjanini var ikki nógv undirhald í at velja.

Tivoli Friheden er ein minni útgáva av Tivoli. Parkin liggur í Aarhus, sum er næststørsti býur í Danmark. Har er nógvur gleimur, nógv spælipláss og nógvar sølubúðir og matstovur. Tivoli Friheden læt upp í 1958.

Legoland er helst kendasta stuttleikaparkin í Danmark. Har er tað mesta bygt úr LEGO-kubbum. Parkin læt upp í 1968. Nú eru slíkar parkir eisini í Dubai, USA, Týsklandi, Malaysia, Onglandi og Japan.

Fårup Sommerland er ein av størstu stuttleikaparkunum í Danmark. Hon liggur í Norðurjútlandi. Í 2015, 2016 og 2017 varð hon kosin næstbesta stuttleikapark í Evropa.

Djurs Sommerland liggur í Nimtofte á Djúrslandi, sum er á nøsini á Jútlandi. Hon læt upp í 1981. Hon var kosin sum “Besta summarland í norðurlondum” 2014-2017.

BonBon-land liggur í Holme-Olstrup í Suðursælandi. BonBon var góðgæti, sum gjørdist sera væl umtókt, tí tað hevði stuttlig nøvn sum “Hundaprumpar” og “Likkuskvett”. Tí læt BonBon-landi upp í 1992.

Jesperhus liggur á Mors í Limfjørðinum. Parkin læt upp í 1966 sum ein stór blómupark. Í dag er hon eisini djóragarður og stuttleikapark.

Sommarland Sjælland liggur í útnyðringspartinum av Sælandi. Hon læt upp í 1985. Parkin er mest fyri barnafamiljur við børnum undir 13 ár.

Danfoss Univers er ein stuttleikapark, har dentur verður lagdur á náttúruvísindi og tøkni. Hon læt upp í 2005 í Nordborg á Als.

Hvørjar aðrar stuttleikaparkir kennir tú?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Stig Nygaard - flickr.com S4: Bakken/PR - commons.wikimedia.org S6: Studio Sarah Lou- Flickr.com S8: Mickey Løgitmark - commons.wikimedia.org S10: Paolo Ghedini - pixabay.com S12: Thomas Hansen - commons.wikimedia.org S14: Djurssommerlanddk - commons.wikimedia.org S16: Ehrenberg Kommunikation - flickr.com S18: Lene Bruun Clausen - flickr.com S20: Sommerlandsj.dk S22: Sonderborg.dk - flickr.com S24: Bunzellisa - pixabay.com