Play audiofilefo
Team Rynkeby Føroyar
Team Rynkeby Føroyar

Thordis Dahl Hansen

3
4

Team Rynkeby Føroyar er partur av eini altjóða verkætlan kallað Team Rynkeby.

Play audiofile 5
6

Hugskotið kom, tá ið Knud Vilstrup, sum arbeiddi hjá Rynkeby Foods, gjørdist sjúkur og hevði brúk fyri at betra um heilsustøðuna.

Play audiofile 7
8

Hann skuldi koma í betri venjing og samstundis fáa eitt upplivilsi burturúr. Hann valdi at fara at venja og súkkla til París at síggja endaspurtin av Tour de France á Champs-Elysées.

Play audiofile 9
10

Á fyrsta liðnum, sum fór til París, vóru 11 súkklarar og ein hjálpari. Hetta var í 2002. Í 2018 eru 48 lið úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. Tilsamans 1950 súkklarar og 300 hjálparfólk súkkla heimanífrá til París.

Play audiofile 11
12

Team Rynkeby stuðlar børnum við álvarsligum sjúkum og familjum teirra í Norðurlondum. Á øllum súkklunum, sum fara ta longu leið til París, stendur: “Riding for children with critical illnesses”.

Play audiofile 13
14

Luttakararnir hjá Team Rynkeby rinda sjálvir útreiðslurnar fyri egnari luttøku, so sum súkklu, klæði, ferð og uppihald.

Play audiofile 15
16

Allur peningurin, sum kemur inn frá lýsingum, gávum og tiltøkum, fer óskerdur í ein grunn. Pengarnir verða brúktir til gransking og eisini til beinleiðis hjálp til børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra.

Play audiofile 17
18

Team Rynkeby Føroyar hevur 50 súkklarar. Helvtin hevur súkklað túrin áður - hin helvtin hevur ikki. Tað er nøkulunda javnt býtt millum kvinnur og menn. Í 2018 er yngsti súkklarin 22 ár, og tann elsti er 71 ár.

Play audiofile 19
20

Tað, sum luttakararnir í Team Rynkeby skulu gera, er at súkkla til París - áleið 1250 km, sum verða koyrdir í 7 teinum.

Play audiofile 21
22

Stytsti teinurin, sum verður koyrdur ein dag, er áleið 100 km, og tann longsti er áleið 200 km. Miðalferðin liggur um 25-28 km um tíman.

Play audiofile 23
24

Nógv og miðvís venjing krevst fyri at kunna súkkla í 7 dagar til París. Venjingin byrjar í september, tá ið luttakararnir fáa at vita, at teir eru slopnir við.

Play audiofile 25
26

Allir súkklararnir á Team Rynkeby Føroyar 2018 vóru á eini venjingarlegu, har teir súkklaðu 330 km og 3.500 hæddarmetrar.

Play audiofile 27
28

Team Rynkeby Føroyar byrjar vanliga túrin í Klaksvík. So koyrir liðið prolog til Havnar og steðgar á ymiskum støðum á vegnum, har røður verða hildnar og stuðulsgávur handaðar.

Play audiofile 29
30

Eitt av hæddarpunktunum á túrinum er tann 5. dagin, tá ið allir súkklararnir skulu ígjøgnum brekkuna, Huy, í Belgia. Brekkan er 1.100 metrar, og hallið er upp í 23 %, har hon hellir mest.

Play audiofile 31
32

Ein týdningarmikil partur av einum Team Rynkeby-liði er eitt tænastulið, sum er mannað við 11 fólkum. Teirra uppgáva er at bøta um súkklurnar, gera nógvan og góðan mat til súkklararnar og at vísa teimum veg.

Play audiofile 33
34

Súkklararnir koma allir til París samstundis, og er tað ein stór løta.

Play audiofile 35
36

Kennir tú børn, sum eru álvarsliga sjúk? Kennir tú nakran, sum hevur súkklað til París fyri Team Rynkeby?

Play audiofile 37
Team Rynkeby Føroyar

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+10+14+16+18+20+22+24+26+28+30+32+34+36: Einar Vang og Tórvør Ø. Vang
S4+12: Thordis Dahl Hansen
S8: team-rynkeby.dk

team-rynkeby.dk
Forrige side Næste side
X