
Tillbaka till sökning
Thordis Hansen, Sonni Djurhuus, Anni Joensen og June-Eyð Joensen - Skúlin við Streymin
Føroyar eru 18 oyggjar, sum liggja í Norðuratlantshavinum millum Noreg, Ísland og Skotland. Føroyar eru í ríkisfelagskapi við Danmark og Grønland.
Føroyar eru ein tjóð, og flagg okkara eitur Merkið. Tað varð teknað í 1919, men varð ikki viðurkent fyrr enn 25. apríl 1940. Síðani 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga.
Nýggja skjaldramerki Føroya er av einum veðri á bláum skjøldri, sum løgmaður, stjórnarráð og sendistovur brúka. Veðrurin hevur verið innsigli hjá løgmanni síðani miðøldina og var eisini á tí fyrsta føroyska flagginum, sum vit vita um.
Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum og millum minstu høvuðsstaðir í heiminum. Her er løgtingið, almenna umsitingin og mangt annað, sum vanligt er í einum býi.
Tað búgva okkurt um 50.000 fólk í Føroyum. Fyrstu ferð fólkatalið fór upp um 50.000 var í 2017. Nógvir føroyingar búgva eisini í øðrum londum, bæði í Norðurlondum og úti í heimi.
Í Føroyum tosa vit føroyskt. Hóast føroyskt er eitt lítið mál, so er tað eitt mál við nógvum málførum. Bókstavurin “ð” er bara til í føroyskum og íslendskum skriftmáli. Tó hevur “ð” onga úttalu á føroyskum longur.
Ólavsøka er tjóðarhátíð okkara. Hon verður hildin 28.-29. juli í Tórshavn. Á ólavsøku verður tingið sett, og nógvir føroyingar koma saman hesar dagarnar til ymisk tiltøk.
Føroysku klæðini eru tjóðbúni okkara. Føroysk klæði verða brúkt til nógv ymisk høvi, eitt nú á ólavsøk, til brúdleyp og føroyskan dans.
Føroyskur dansur stavar úr miðøldini. Hetta er ein dansur uttan ljóðføri, ístaðin kvøða vit. Kvæðini siga ofta søgur um hetjur úr gomlum døgum.
Fuglalívið í Føroyum er ríkt. Umleið 54 fuglasløg eiga her um summarið. Eitt teirra er tjaldrið, sum er tjóðfuglur okkara. Sagt verður, at tjøldrini koma á grækarismessu 12. mars, og hesin dagurin verður eisini hildin.
Vanligasti vøksturin er graslendi. Tað vaksa okkurt um 400 plantusløg í Føroyum. Eitt teirra er sóljan, sum eisini er tjóðarblóma okkara. Hon blómar í mai og juni.
Ferðavinnan er í vøkstri. Nógv ferðafólk leita sær til Føroya at uppliva náttúruna, mentanina og matin. Størstu vinnurnar eru tó fiskivinnan og alivinnan.