Skift
språk
Svalbard
Svalbard

Marita Flataunet-Jensen & Johan Alexander Kristiansen

Översatt till färöiska av Asta Wolles
3
4

Svalbard er eitt felagsheiti fyri norskar íshavsoyggjar, sum liggja millum Noreg og Norðpólin.

5
6

Umleið 2150 fólk búgva á Svalbard. Tey flestu búgva í Longyearbyen, Barentsburg og Ny-Ålesund.

7
8

Svalbard er ein oyggjabólkur. Longyearbyen er á oynni Spitsbergen og er fyrisitingardepil fyri oyggjabólkin.

9
10

61 % av landslagnum á Svalbard er skriðjøklar. Ein jøkul er ísur, sum ikki tiðnar um summarið.

11
12

Inni í jøklunum eru helli. Til ber at fara inn í tey at hyggja eftir spennandi grót- og ísskapum, sum náttúran sjálv hevur evnað til.

13
14

Hvørt á tiðna jøklarnir á Svalbard og gerast minni í vavi. Hetta hendir, tí veðurlagið er vorðið mildari seinastu 100 árini.

15
16

Tá sólin er meir enn 6° undir sjónarringinum, og tað er bølamyrkur, eitur tað polarnátt. Á Svalbard er polarnátt frá umleið 11. november til 30. januar. Hesa tíðina er vanligt, at himmalin verður upplýstur av norðlýsi.

17
18

Ísbjørnin er friðað. Hon er av heimsins størstu ránsdjórum. Umleið 5000 ísbjarnir eru í økinum við Svalbard.

19
20

Tað kann fáa álvarsligar fylgjur fyri ísbjarnirnar, at ísurin á Svalbard tiðnar. Tær veiða á ísinum, og tá ísurin tiðnar, verður trupult hjá teimum at vinna sær nóg mikið av føði.

21
22

Tað hevur verið námsvinna á Svalbard í meira enn 100 ár. Umframt ferðavinnu og gransking er námsvinnan týdningarmikil partur av vinnulívinum á Svalbard.

23
24

Á Svalbard ber til at sleppa á kavaskutarasafari. Hetta er ein spennandi og ferðmikil háttur at læra oyggjasamfelagið at kenna.

25
26

Hvat hevði tú valt at gjørt, um tú slapst at vitja á Svalbard?

27
Svalbard

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+12+16+24: Noel Bauza - pixabay.com S4: Comonist - commons.wikimedia.org S6: Oona Räisänen - commons.wikimedia.org S8: Bjørn Christian Tørrissen - commons.wikimedia.org S10: Niels Elgaard Larsen, commons.wikimedia.com S14: Andreas Weith, commons.wikimedia.com S18: Robynm - pixabay.com S20: Arturo de Frias Marques, commons.wikimedia.com S22: Bjørtvedt - commons.wikimedia.org S26: Xiaomingyan - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X