språk
Lone Friis
Översatt till svenska av Eva-Lotta Berntsson & Lisa BorgströmBornholm er ein av oyggjunum eystanfyri í Danmark. Hon liggur langt úti í Eystarasalti millum Svøríki og Pólland.
Bornholm är en av de östligaste öarna. Den ligger långt ute i Östersjön mellan Sverige och Polen.
Hon verður eisini nevnd “Drangurin” ella “Sólskinsoyggin”. Tað búgva uml. 40.000 fólk á Bornholm. Størsti býurin eitur Rønne.
Den kallas också för “Klippeön” eller “Solskinsön”. Det bor ca 40 000 människor på Bornholm. Den största staden heter Rønne.
Bornholm er einasta staðið í Danmark, har tað er hella. Halgidómsklettarnir við Gudhjem er eitt av størstu áhugaverdu landsløgunum í Danmark.
Bornholm är den enda stad i Danmark där man kan se klippor. Helligdomsklipporna vid Gudhjem är en av Danmarks största natursevärdheter.
Triðstørsti skógurin í Danmark eitur Almindingen. Hann er á Bornholm. Her ber til at ganga seg fram á bisonar.
Danmarks tredje största skog heter Almindingen. Det ligger på Bornholm. Här kan du möta bisonoxar.
Hægsta punktið á Bornholm eitur Reiðdrongurin. Tað er 162 metrar yvir sjóvarmálanum. Úr einum útsýnistorni ber til at síggja út um alla oynna.
Den högsta punkten på ön, heter Rytterknægten. Den är 162 meter över havet. Från ett utsiktstorn kan du se ut över hela ön.
Stutt frá Reiðdronginum er ein sera vakur og langur dalur við høgum klettum. Tað er Ekkodalurin. Her kanst tú rópa og fáa ljóðið at kasta aftur.
Inte långt från Rytterknægten finns det en mycket vacker och lång dalgång med höga klippor. Det är Ekkodalen. Här kan du ropa, så att du får ett eko.
Hammershús er størsta borgartoftin í Norðurevropa og mest vitjaða staðið á Bornholm. Tað liggur heilt út til sjógvin á einum høgum kletti.
Hammershus är Nordeuropas största borgruin och Bornholms mest besökta plats. Det ligger helt ute vid havet på en hög klippa.
Bornholm er eisini kent fyri sínar ringkirkjur. Í Danmark eru 7 ringkirkjur og 4 eru á Bornholm. Østerlars kirkja er tann størsta. Hon varð bygd umleið ár 1200. Kirkjan er bygd í 3 hæddum.
Bornholm är också känd för sina rundkyrkor. 4 av Danmarks 7 rundkyrkor ligger på Bornholm. Öster-Lars är den största. Den byggdes runt år 1200. Kyrkan är byggd i 3 etager.
Rinkusteinurin er ein tungur ísborin steinur, sum vigar 35 tons, og sum rinkar. Hann liggur við Paradísheyggjarnar. Ein ísborin steinur er ein stórur steinur, sum varð fluttur við innlandsísinum og varð liggjandi, tá ið ísurin bráðnaði.
Rokkestenen är ett tungt flyttblock på 35 ton, som kan vicka. Den ligger på Paradisbakkerne. Ett flyttblock är en stor sten som har förts fram av inlandsisen, och blivit kvar när isen smälte.
Gudhjem er kent fyri síni roykivirki, og um tú vitjar eitt av mongu sildaroykivirkjunum á Bornholm ber til at fáa ein “royktan bornholmara”. Tað er ein roykt sild.
Gudhjem är känd för sina rökerier, och om du besöker en av öns många rökerier kan man få en "rökt Bornholm". Det är en rökt sill.
Eystan fyri Bornholm liggja Christiansø og Frederiksø, sum eru tvær sera lítlar oyggjar. Oyggjarnar eru ikki størri, enn at tú kanst ganga allan vegin runt oynna. Tað slepst út á oyggjarnar við báti úr Bornholm.
Öster om Bornholm är Christiansö och Frederiksö som är mycket små öar. Öarna är inte större än att du kan gå hela vägen runt. Man seglar till öarna från Bornholm.
Tað búgva umleið 100 fólk her. Ongir bilar eru á oyggjunum, men tey hava egnan skúla við einans 15 næmingum.
Det bor ca 100 personer där. Det finns inga bilar på öarna, men de har sin egen skola med bara 15 elever.
Á Bornholm ber til at síggja nógv djór og plantur, sum eru sjáldsom aðrastaðni í Danmark. Eitt teirra er æðan, sum tú kanst síggja í túsundatali á Christiansø.
På Bornholm kan du se många djur och växter som är sällsynta på andra håll i Danmark. En av dem är ejdern, som du också kan se tusentals på Christiansö.
Bornholm hevur eisini egið flagg, sum verður brúkt við síðuna av danska flagginum. Tað hevur ein grønan kross í miðjuni.
Bornholm har också sin egna flagga, som de använder bredvid Danmarks flagga. Det finns ett grönt kors i mitten.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Ukendt S4: Rotsee - commons.wikimedia.org S6: Danielle Keller - commons.wikimedia.org S8: Klugschnacker - commons.wikimedia.org S10: Szymon Nitka - commons.wikimedia.org S12: Commons.wikimedia.org S14: www.deinostseeurlaub.de S16: Małgorzata Miłaszewska - commons.wikimedia.org S18: Hubertus - commons.wikimedia.org S20: Stefan Åge Hardonk Nielsen S22: Agropyron - pixabay.com S24: Hans-Peter Balfanz - commons.wikimedia.org S26: Bo Nielsen - commons.wikimedia.org S28: Andreas Trepte - commons.wikimedia.org S30: Klugschnacker - commons.wikimedia.org S32: Radosław Drożdżewski - commons.wikimedia.org