språk
Thordis Dahl Hansen
Ólavsøkan er til minnis um Ólav Heilaga, sum varð dripin á Stiklastøðum í Noregi.
Ólavsøkuaftan, 28. juli, verður ólavsøkan sett. Til setanina ganga ítróttarfólk og hornarorkestur skrúðgongu.

28. juli endar føroyameistarakappingin í kappróðrið.
Ólavsøkudag, 29. juli, ganga løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar og ríkisumboðið skrúðgongu úr Tinghúsinum oman í Havnar kirkju til guðstænastu.

Eftir guðstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur til tinghúsið, har eitt stórt ólavsøkukór syngur á Tinghúsvøllinum og har nógv fólk er samankomið.

Eftir sangin fara tingfólkini og landsstýrisfólkini inn í Tinghúsið, har løgmaður setur tingið og eitt nýtt tingár byrjar.

Ein stórur partur av teimum, sum koma á ólavsøku, eru í føroyskum klæðum.
Á ólavsøku er sera nógv at fara. t.d. listaframsýningar, tivoli, fólkafundir, konsertir og fótbóltur.

Men hóast tað er nógv at fara til, so eru tað nógv, sum bert ganga oman og niðan og práta við fólk.

Og so er tað mittnáttarsagnurin 29. juli. Fyri fleiri er hetta hæddarpunktið, tá ið fleiri túsund fólk eru samlað til felagssang á Vaglinum.

Kennir tú til aðrar tjóðarhátíðir í Norðurlondum?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+10+12+16: Sigmar Mørkøre
S4+8+24: Birgir Kruse S6: Peter Nicolai Arbo
S14: Heini Nygaard
S18: Noomi Káradóttir Rasmussen
S20: Guðrið Reinert Joensen
S22: Jóanis Nielsen
S26: Jens Pauli Nolsø