Thordis Dahl Hansen
Ólavsøkuaftan, 28. juli, verður ólavsøkan sett. Til setanina ganga ítróttarfólk og hornarorkestur skrúðgongu.
9Ólavsøkudag, 29. juli, ganga løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar og ríkisumboðið skrúðgongu úr Tinghúsinum oman í Havnar kirkju til guðstænastu.
13Eftir guðstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur til tinghúsið, har eitt stórt ólavsøkukór syngur á Tinghúsvøllinum og har nógv fólk er samankomið.
15Eftir sangin fara tingfólkini og landsstýrisfólkini inn í Tinghúsið, har løgmaður setur tingið og eitt nýtt tingár byrjar.
17Á ólavsøku er sera nógv at fara. t.d. listaframsýningar, tivoli, fólkafundir, konsertir og fótbóltur.
21Men hóast tað er nógv at fara til, so eru tað nógv, sum bert ganga oman og niðan og práta við fólk.
23Og so er tað mittnáttarsagnurin 29. juli. Fyri fleiri er hetta hæddarpunktið, tá ið fleiri túsund fólk eru samlað til felagssang á Vaglinum.
25Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+10+12+16: Sigmar Mørkøre
S4+8+24: Birgir Kruse S6: Peter Nicolai Arbo
S14: Heini Nygaard
S18: Noomi Káradóttir Rasmussen
S20: Guðrið Reinert Joensen
S22: Jóanis Nielsen
S26: Jens Pauli Nolsø