Føroyskir skúlabókavørðir
Í Havn eru fleiri standmyndir, sum hvør í sínum lagi siga eina søgu. Í hesi bók fara vit at vitja 10 av teimum umleið 50 standmyndunum, sum eru í Havn.
5Svimjigentan stendur uttan fyri svimjihøllina í Gundadali. Hon varð reist í 2006 og er ein varði um alla svimjing.
7Standmyndin “Spegilsmynd” stendur uttan fyri høvuðsdyrnar á Listaskálanum. Hans Pauli Olsen gjørdi hana í 1990. Standmyndin er gáva frá Listafelag Føroya.
9“Minnisvarði teirra sjólátnu” stendur í Plantasjuni. Hann varð reistur í 1956 at minnast teir sjómenn, sum fórust undir 2. veraldarbardaga.
11Standmyndin av Hans Andrias Djurhuus er uttanfyri Sjónleikarhúsið í Tórshavn. Jens Peter Kellermann hevur gjørt standmyndina í 1991. Hans Andrias var føroyskur rithøvundur og skald, hann livdi frá 1883 til 1951. Hann skrivaði bæði søgur og fosturlandssangir, og hann hevur eisini yrkt nógvar barnasangir.
13Dansandi børn stendur á Vaglinum í Tórshavn. Fridjof Joensen gjørdi standmyndina í 1992.
15Her eru tvær konur, sum standa uttan fyri ein handil í miðbýnum. Tær hyggja oman eftir handilsgøtuni. Andreas Andreassen gjørdi standmyndina í 1992.
17Maðurin hevur verið eftir torvi, sum hann hevur skorið í haganum. Nú er leypurin fullur av torvi. Konan hevur verið burtur í haga og mjólkað neytunum. Nú er mjólkin í dylluni. Soleiðis fingu tey hita í húsini og mjólk at drekka fyrr í tíðini.
19Standmyndin er av Rasmus Christoffer Effersøe. Hon er á vøllinum uttan fyri tinghúsið á Vaglinum í Tórshavn. Flestu okkara kenna hann som rithøvund og politikara. Han var útbúgvin landbúnaðarráðgevi. Føroyski listamaðurin Fridtjof Joensen gjørdi hesa standmynd 1933.
21Áarstovubrøðurnir eru Janus Djurhuus og Hans Andrias Djurhuus, sum eru føddir í 1880`unum. Janus yrkti meira hugtungt og myrkt, og Hans Andrias yrkti meira lætt og ljóst. Yrkingarnar eru kendar og verða brúktar enn í dag. Janus Kamban gjørdi standmyndina í 1984.
23Nólsoyar Páll var føddur 11. oktober 1766 í Nólsoy. Hann var bátasmiður, sjómaður, uppfinnari, bóndi og yrkjari. Hann stríddist fyri, at føroyingar fingu egin skip og loyvi at handla við onnur lond. Hann er tí ein av okkara tjóðarhetjum.
25Sigmundur Brestisson kristnaði Føroyar í árinum 999. Hans Pauli Olsen, myndahøggari, gjørdi standmyndina. Hon varð sett upp við Vesturkirkjuna í 2006.
27Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Stig Nygaard - commons.wikimedia.org
S4-28: Føroyskir skúlabókavørðir