Play audiofilefo
Sólarmyrkingin 20. mars í 2015
Sólarmyrkingin 20. mars í 2015

Thordis Dahl Hansen

3
4

Tann 20. mars í 2015 kl. 9.40 var full sólarmyrking í Føroyum.

Play audiofile 5
6

Sama dag var eisini full sólarmyrking á Svalbard.

Play audiofile 7
8

Ein full sólarmyrking er, tá ið mánin kemur ímillum sólina og jørðina.

Play audiofile 9
10

Tað vóru ógvuliga nógv ferðafólk komin til Føroya at uppliva sólarmyrkingina.

Play audiofile 11
12

Og føroyingarnir sjálvir vóru eisini sera spentir til hesa løtuna. Øll høvdu fingið sær tær serligu sólarmyrkingarbrillurnar.

Play audiofile 13
14

Henda dag vóru nógv, sum høvdu leitað sær út í hagan at síggja sólarmyrkingina.

Play audiofile 15
16

Spenningurin var stórur, tá ið sólarmyrkingin byrjaði.

Play audiofile 17
18

Tað vóru nógv, sum sóu tann tiltikna diamantringin. Myndin vísir diamantringin fyri fulla sólarmyrking.

Play audiofile 19
20

Tá ið mánin kom fyri sólina, gjørdist tað myrkt, og tað kendist kaldari - og so sera friðarligt. Ein stórsligin løta!

Play audiofile 21
22

Hetta er beint eftir fulla sólarmyrking.

Play audiofile 23
24

Har tað var longst myrkt, vardi sólarmyrkingin í umleið 2 minuttir.

Play audiofile 25
26

Í 1954 var eisini full sólarmyrking í Føroyum. Eitt, fólk siga seg minnast frá tí sólarmyrkingini, var, at hønurnar fóru inn.

Play audiofile 27
28

Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir gjørdi tveir málningar við íblástri úr frásøgnum frá sólarmyrkingini í 1954.

Play audiofile 29
30

Frímerkjadeildin hjá Posta gav eitt serligt sólarmyrkingarfrímerki út. Listafólkið er Martin Mörck.

Play audiofile 31
32

26. mai 2245 er aftur sólarmyrking í Føroyum.

Play audiofile 33
34

Hevur full sólarmyrking nakrantíð verið beint við, har tú býrt ella í landinum, har tú býrt?

Play audiofile 35
Sólarmyrkingin 20. mars í 2015

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+4+14+18+20+22+24+34: Stig Eltør
S6+32: ©2015 NASA - TerraMetrics, Inc.
S8: Thordis Dahl Hansen
S10: Torbjørn Jacobsen
S12: David Reinert Hansen
S16: Heini Nygaard
S26: Torshavn.fo
S28: Sigrun Gunnarsdóttir
S30: Martin Mörck/ Stamps.fo
Forrige side Næste side
X