språk
Klass 2 Frösakullsskolan
Översatt till färöiska av June-Eyð JoensenDinosaurarnir eru kendastu og størstu skriðdýrini, sum hava livað á jørðini. Teir høvdu sterk bein og langar halar. Millum dinosaurarnar vóru bæði kjøtátarar og plantuátarar.
Dinosaurarnir eru kendastu og størstu skriðdýrini, sum hava livað á jørðini. Teir høvdu sterk bein og langar halar. Millum dinosaurarnar vóru bæði kjøtátarar og plantuátarar.
Allosaurus var 4-6 metrar høgur og vigaði 1-2 tons. Hildið verður, at teir vóru ræátarar, og at teir veiddu í flokkum, av tí at teir vóru so tungir og óstortsligir. Hann hevði stutt frambein og long afturbein.

Albertosaurus livdi i Norðuramerika fyri 70 milliónum árum síðani. Hildið verður, at albertosaurus seinni menti seg til tyrannosaurus rex.

Gigantosaurus merkir risastór sunnan-edla. Hann kundi gerast 15 metrar langur og viga 8 tons. Hann var størri enn t-rex. Bara høvdið á honum kundi gerast 1,5 metrar langt, og hildið verður, at hann kláraði at renna 30 km/t.

Spinosaurus var ein ovurstórur dinosaurur, sum át fisk og helt til fram við sjónum í kritøldini. Hildið verður, at hann kundi gerast 15 metrar langur og viga upp í 7,5 tons.

Carcharodontosaurus er eitt av størstu rándýrunum, sum vit vita um. Hann var til í kritøldini fyri umleið 100 milliónum árum síðani. Funnið varð fram til hann í 1920.

Tyrannosaurus rex verður eisini nevndur t-rex. Hann er kendasta dinosaururin. Hann var 13 metrar langur og 5 metrar høgur. Tenninar í honum kundu gerast 15 cm langar langar. Hann át mest ræ, men kundi eisini drepa djór við sínum hvøssu klóm og ræðuliga kjafti.

Dinosaurarnir livdu á jørðini í 150 milliónir ár. Flestu ræðuligu risaedlurnar vóru til í triasøldini, juraøldini og kritøldini. Vísindafólk vita ikki við vissu, hví tær doyðu út fyri 65 milliónum árum síðani.

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Pxhere.com
S4: Maxpixel.freegreatpicture.com
S6: DinoTeam - commons.wikimedia.org
S8: D'Arcy Norman - commons.wikimedia.org
S10: Commons.wikimedia.org
S12: Julian Johnson - commons.wikimedia.org
S14: Matthew Deery - flickr.com
S16+20: Pixabay.com
S18: ScottRobertAnselmo - commons.wikimedia.org