FO
Føroyska rossið
FO
2
Føroyska rossið

Skúlin við Streymin 5. flokkur (2024) - Katrin, Lea, Eyðrun, Vón, Sirið, Thorleif, Jónas, Samuel, Niklas, Mattias, Villiam, Stefan og Eyðtór

3
4

Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag, ið bara er í føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Tað er nærskilt við íslendska rossið. Tey líkjast útsjónd og stødd. Føroyska rossið er lítið áleið 122 cm høgt, sterkt, harðført og fótfimt.

5
6

Nógva regnið í Føroyum hevur gjørt, at rossið hevur fingið eitt tætt og fitiríkt skinn, ið verjir væl móti regni og kulda. Summarfeldurin er stuttur og blankur, og um veturin er hann langur við serliga longum broddi.

7
8

Fyrr í tíðini vóru rossini brúkt til arbeiðis, tá ið ymiskt skuldi berast t.d. hoyggj, tøð, torv og tari. Tá arbeiðið var liðugt, vóru rossini slept út aftur í hagan, har tey gingu og passaðu seg sjálv. Tey gingu úti allan veturin og máttu sjálvi finna sær føði. Í dag verður føroyska rossið mest brúkt til at ala og sum frítíðarross.

9
10

Ross síggja væl. Eyðuni eru stór og sita soleiðis á høvdinum, at rossið sær næstan allan vegin rundan um seg. Tey hoyra eisini væl. Oyruni flyta seg eftir ljóðinum, og tey kunnu lurta eftir tveimum ljóðum í senn.

11
12

Ross duga sera væl at renna. Tey hava long og sterk bein og kunnu tí renna rættiliga skjótt. Føroyska rossaslagið hevur trý gonguløg. Tey eru: 
Fet: Tá ross gongur ella fetar.
Trav: Tá ið ross rennur. 
Lop ella tvísporar: Loypur ella rennur skjótt.

13
14

Ross brúka umleið 17 tímar um samdøgrið til at eta gras. Tað er týdningarmikið, at eitt ross rørir seg og fær rætta føði, serliga tá tey standa i vøkstri. Tað skal hava pláss til at renna frítt, so vøddarnir og beinagrindin styrkna og mennast, og hjartað og lungað verða sterk.

15
16

Ross eru floksdjór og trívast best saman við øðrum rossum. Nógv frítíðarross búgva inni í rossafjósi saman við øðrum, tá kenna tey seg ikki einsamøll. Tey eiga at sleppa út at renna ella ríða fleiri ferðir um vikuna.

17
18

Eitt fyl lærir at ganga beint eftir at tað er folað. Mamman sleikir fylið reint, tá ið tað er komið út. Tað gongur ikki long tíð, so roynir fylið at reisa seg up. Fylum dáma sera væl at renna og spæla við onnur fyl.

19
20

Eitt ross skal í minsta lagi vera fýra ár, fyri at tú kanst ríða á tí. Tú kanst læra at ríða á einum ríðiskúla, ella hjá onkrum, sum dugir væl við rossum.

21
22

Fyr nakað av tíð síðani mundi føroyska rossið doyð út. Men í 1960-unum funnu nøkur fólk út av, at tað vóru bara fimm føroysk ross eftir. Hesi rossini eru nú forfedrar til øll tey føroysku rossini, sum nú eru næstan 100 í tali. Hóast tað, er føroyska rossið hótt og i stórum vanda fyri at doyggja út.

23
24

Kennir tú nakað ross?

25
Føroyska rossið

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:

S1+4+8+12+14+16+18+20: Harriet Olavsdóttir
S6+10+22+24: Cecile Zahorka 
Forrige side Næste side
X