Skift
språk
Danska manslandsliðið 2018
Danska manslandsliðið 2018

Jacob Fuchs

Omsett til færøysk av Halda S. Hansen
3
4

Danska manslandsliðið í fótbólti kvalifiseraði seg til endaspælið í HM í Ruslandi, tá teir vunnu tveir Playoff-dystir móti Írlandi.

5
6

Tey størstu avrikini hjá landsliðnum eru, at teir vórðu europameistarar í 1992 í Svøríki, og at teir vunnu “Kong Fahd Cup” (Confederations Cup) í 1995 í Saudi Arabia. Aftrat tí kom liðið eisini í fjórðingsendaspælið í 1998 í Fraklandi.

7
8

Í 1992, tá Danmark vann EM, komu teir við vegna avboð frá Jugoslavia, tí borgarakríggj breyt út í landinum. Teir fingu boðini um avboðið 10 dagar áðrenn endaspælið.

9
10

Ein av kendastu spælarunum á liðnum í dag er Christian Eriksen. Hann spælir við Tottenham Hotspurs (2020: Inter) og spældi fyrstu ferð við landsliðnum í mars 2010.

11
12

Kasper Schmeichel er málmaður og spælir í Leicester City FC. Pápi hansara, Peter Schmeichel, spældi í nógv ár fyri Manchester United og var við, tá teir vunnu EM í 1992.

13
14

Simon Kjær er verjuovastin á danska landsliðnum. Hann hevur spælt í fleiri stórum felagum. Eitt nú Wolfsburg, AS Roma og Fenerbache. Í dag spælir hann í Sevilla.

15
16

Andreas Christensen er verjuspælari og spælir í Chelsea FC. Hann hevur spælt í Brøndby IF og Borussia Mönchengladbach.

17
18

Mathias “Zanka” Jørgensen er verjuspælari og spælir í Huddersfield Town FC í Premier League. Hann er “harði hundurin” á liðnum og hevur spælt í FC Keypmannahavn og PSV Eindhoven.

19
20

Thomas Delaney er miðvallarovasti. Hann spælir í Werder Bremen, men yrkisleið hansara byrjaði í FC Keypmannahavn.

21
22

Nicklas Bendtner er í álopinum og spælir í Rosenborg BK í Norra. Hann hevur spælt í m.a. Arsenal, Juventus og Wolfsburg.

23
24

Pione Sisto er føddur í Uganda, og foreldur hansara eru úr Suðursudan. Hann bleiv danskur ríkisborgari í 2014 og kann tí spæla fyri Danmark. Dagliga spælir hann í Celta Vigo í Spania. Fyrr spældi hann í FC Midtjylland.

25
26

Nicolai Jørgensen er áleypari og spælir dagliga í Feyenoord í Hálandi. Hann spældi í FC Keypmannahavn, áðrenn hann varð seldur til Feyenoord.

27
28

Åge Hareide hevur verið landsliðsvenjari hjá Danmark síðani 2016. Hann er úr Norra og hevur verið landsliðsvenjari hjá Norra frá 2003 - 2008. Hann hevur sum venjari verið bæði svenskur, norskur og danskur meistari.

29
30

Kennir tú aðrar danskar fótbóltsspælarar?

31
Danska manslandsliðið 2018

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+4+1210+14+16+18+20+22+24+26+28: ©Anders Kjærbye - DBUfoto.dk S6+8: ©DBU.dk S30: ©Per Kjærbye - DBUfoto.dk
Forrige side Næste side
X