Skift
språk
Jól í Íslandi
2
Jól í Íslandi

7. bekkur Síðuskóla á Akureyri

Omsett til færøysk av June-Eyð Joensen
3
4

Jól verða hildin frá 24. desembur til 6. januar. Jólaaftan er 24. desembur, og tá pakka vit pakkarnar upp. Jóladagur er 25. desembur, og tá minnast vit Jesu føðing. 2. jóladagur er 26.

5
6

Vit halda jól fyri at minnast Jesu føðing. Í 4. og 5. øld tók siðvenja seg upp at fagna minninum um føðingina 25. desembur.

7
8

12. desembur stilla børnini ein skógv í vindeygað. Fyrsti jólasveinurin kemur um náttina 12. desembur, og tann síðsti kemur náttina fyri jólaaftan. Tað kemur altíð ein nýggjur jólasveinur hvørja nátt.

9
10

Flestu íslendingar prýða til jóla. Nógvir heingja ljós í vindeyguni, og næstan allir heingja kúlur og ketur á jólatræið. Nógvir prýða eisini við ljósum uttanfyri.

11
12

Fyrsta jólatræið kom til Íslands um 1850. Íslendingar prýða jólatræið og leggja pakkar undir træið. Pakkarnir verða pakkaðir upp jólaaftan, 24. desembur.

13
14

Nógvir íslendingar eta aspargussuppu, hummarasuppu og rimmaðan laks til forrætt jólaaftan.

15
16

Tað er vorðið alsamt meiri vanligt, at íslendingar eta rýpu jólaaftan. Teir fara sjálvir niðan í hagan at skjóta rýpu.

17
18

Tað er siður hjá mongum at eta hamburgararygg jólaaftan, sum er steiktur við putursukri og ananas. Brúnkað epli verða etin afturvið.

19
20

“Leyvsbreyð” er ein tunn og broyskin hveitikøka og er sera týdningarmikil fyri íslendingar á jólum. Fyrst í adventstíðini savnast nógvir saman við familjuni fyri at skera út og steikja køkurnar. Leyvsbreyð verður etið saman við royktum lambskjøti jóladag.

21
22

Fyri jól baka nógvir smákøkur. Vit baka øll møgulig sløg: marengstoppar, jødakøkur, kokuskøkur og vaniljukransar.

23
24

Í skúlunum hava vit jólaverkstøð ein dag í desembur. Tá gera vit alskyns jólaprýði úr eitt nú vesirullum, avísum, gomlum bókum og krukkum.

25
26

Í íslendskum skúlum er tað siðvenja at spæla ein leik um jólasveinarnar eftir Jóhannes úr Kötlum til jólahaldið.

27
28

Í Íslandi hava vit reyð ella hvít jól. Munurin á hvítum og reyðum jólum er, at tá ið tað er kavi úti, eru tað hvít jól, men reyð jól, tá ið eingin kavi er.

29
30

23. desembur er tollaksmessa, og tá eta nógvir íslendingar ræsta skøtu á middegi ella til døgurða um kvøldið.

31
32

Eta tit fisk á jólum heima hjá tykkum?

Eta tit fisk á jólum heima hjá tykkum?

33
Jól í Íslandi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+28: Sigurður Arnarson
S4+10+12+14+16+18: Helga Dögg Sverrisdóttir
S6: Flickr.com
S8+24+26: Síðuskóli Akureyri
S20: Kristín Svava Stefánsdóttir
S22: Sivva Eysteins - flickr.com
S30: Jóhann Rafnsson
S32 Frida Eyjolfs - flickr.com
Forrige side Næste side
X