Skift
språk
Flatey - Ein lítil íslendsk oyggj
2
Flatey - Ein lítil íslendsk oyggj

Helga Dögg Sverrisdóttir

Omsett til færøysk av Guðrun Elttør
3
4

Flatey liggur í Breiðafirði, ið er á Vesturlandinum. Tað ber bara til at sigla út til oynna.

5
6

Sagt verður, at hin fyrsti, ið búsettist í oynni var Thrandur mjóbein. Fyrr í tíðini var oyggin ein stórur handilsdepil fyri oyggjarnar rundan um.

7
8

Fyri at koma út til oynna verður siglt úr Stykkishólmi við ferjuni Baldur. Nógv ferðafólk vitja oynna hvørt ár.

9
10

Á Flatey er ein handil, har ferðafólk kunnu keypa tað, teimum tørvar. Til ber eisini at gista á oynni.

11
12

Eingir bilar eru á oynni. Tí verður traktorur brúktur til at flyta fólk og farm. Fyrr í tíðini búðu 100 fólk á oynni.

13
14

Húsini eru væl hildin, og tey hava nógvar litir. Tvær familjur búgva á Flatey alt árið, men um summarið búgva nógv fleiri fólk. Bygdin er væl røkt.

15
16

Flatey er komin av einum eldgosi fyri 11-12 milliónum árum síðani. Oyggin er á leið 2 km. long, á leið 400 metrar breið, har hon er breiðast, og 20 metrar breið, har hon er smalast.

17
18

Flatey er hin størsta av teimum 40 oyggjum og hólmum, ið hon er partur av. Íbúgvarnir fiska við oynna.

19
20

Fuglalívið er ríkt á oynni, tí ongar kettur, mýs og rottur eru har. Fuglurin trívist væl, og har eru lundi, rita, tjaldur og grælingur, sum sæst á myndini.

21
22

Áleið 150 plantur eru funnar á Flatey. Ferðafólk hava bert loyvi at ganga á gøtunum fyri ikki at oyðileggja gróðurin.

23
24

Nógv listafólk hava fingið íblástur á oynni, t.d. Matthias Jochumsson, sum skrivaði Íslendska tjóðsangin. Oyggin er eisini væl dámd til filmsupptøkur.

25
26

Kennir tú aðra oyggj, har so fá fólk búgva?

27
Flatey - Ein lítil íslendsk oyggj

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Brian Gratwicke - flickr.com S4-14+18+22-26: Helga Dögg Sverrisdóttir S16: www.postur.is S20: Elma - flickr.com
Forrige side Næste side
X