Skift
språk
Grønlendski tjóðbúnin
Grønlendski tjóðbúnin

Aila Guldager - Efterskolen Kildevæld

Omsett til færøysk av Asta Wolles
3
4

Grønlendski tjóðbúnin, Kalaallisuut, stavar frá umleið ár 1700.

5
6

Grønlendingar eru ernir av tjóðbúnanum. Mong seyma hann sjálvi. Tjóðbúnin er gjørdur soleiðis, at hann kann nýtast bæði summar og vetur. Búnin er ein anorakkur, einar buksur og kamikkur, sum eru skinnstyvlar.

7
8

Tjóðbúnin er sera vakur og litríkur, og hann er væl úr hondum greiddur. Eins og í gomlum døgum verður tjóðbúnin enn í dag seymaður við hond.

9
10

Í Grønlandi sær tjóðbúnin ymiskt út alt eftir, hvaðani hann er. Búnin er ikki heilt eins í Norðurgrønlandi, Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi.

11
12

Í Norðurgrønlandi eru buksurnar gjørdar úr ísbjarnaskinni, og kamikkurnar eru hvítar. Í Eysturgrønlandi er stórsti parturin gjørdur úr kópaskinni. Í Vesturgrønlandi er búnin broderaður við litríkum glasperlum, toyi, kópaskinni og hundaskinni.

13
14

Anorakkurin hjá kvinnunum hevur ymiskan lit alt eftir aldrinum hjá tí, sum ber hann. Anorakkurin hjá gentum er ljósareyður, hjá vaksnum kvinnum er hann myrkareyður, og hjá eldri kvinnum er hann antin bláur ella lilla.
 
15
16

Nú á døgum fara grønlendingar í tjóðbúna, tá okkurt serligt er á vási, og tá høgtíð er. Tað kann vera tjóðardagin 21. juni, fyrsta skúladag, til barnadóp, konfirmatión, brúdleyp ella jarðarferð.

17
18

Nú á døgum síggjast eisini modernaðir tjóðbúnar í Grønlandi. Sniðið kann vera broytt nakað, og eisini kann búnin vera ein kjóli heldur enn einar buksur.

19
20

Búnin hjá monnunum er nú á døgum hvítur anorakkur, svartar buksur og kamikkur.

21
22

Til ber at síggja ymiskar tjóðbúnar á fleiri fornminnasøvnum, bæði eldri og nýggjari.

23
24

Eru tjóðbúnar í landinum, har tú býrt?

Eru tjóðbúnar í landinum, har tú býrt?

25
Grønlendski tjóðbúnin

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+22+24: ©Melody Adams - Visit Greenland
S4: Leo Christiansen - 1935 - Det Kongelige Bibliotek - kb.dk
S6: Helga Guldager
S8: ©Lola Akinmade Åkerström - Visit Greenland
S10: Stamps.gl
S12+18+20: ©Mads Pihl - Visit Greenland
S14: David Stanley - flickr.com
S16: Kim Hansen - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X