Skipta um
tungumál
Flemming Quist Møller - ein danskur fjøllistamaður við nógvum gávum
Flemming Quist Møller - en dansk multikunstner med mange talenter

Team I - SpecialCenter Vonsild

þýtt á bókmál frá Eli Bröndbo
3
4

Lítli Flemming verður borin í heim 19. mai 1942 í Taarbæk tætt við Keypmannahavn (deyður í 2022). Mamma hansara var svensk og pápi hansara var danskur.

Lille Flemming ble født den 19.mai 1942 i Taarbæk utenfor København (død 2022). Hans mor var svensk og hans far var dansk.

5
6

Flemming býr framvegis í teimum húsunum, sum hann vaks upp í. Honum dámar sera væl at hyggja at djórum í náttúruni - bæði á strondini, í skóginum og í sjónum.

Flemming bor fortsatt i det huset han bodde i som barn. Han elsker å kikke på alle de ville dyrene i naturen - både på stranden, i skogen og ved havet.

7
8

Flemming fær sína fyrstu trummu, tá ið hann er 14 ára gamal. 18 ára gamal, gevst hann í skúlanum og fer út í verðina at ferðast, lurta eftir tónleiki og at savna rútmur.

Flemming fikk sin første tromme da han var 14 år. Når han er 18 år, slutter han skolen og reiser rundt i verden, lytter til musikk og samler på rytmer.

9
10

Sum vaksin maður hittir hann Anders Koppel og Peter Bastian. Teimum trimum dámar allir rútmiskan fólkatónleik. Saman stova teir bólkin “Bazaar”. Teir spæla saman í 36 ár. Teir útgeva plátur og spæla konsertir.

Som voksen møter han Anders Koppel og Peter Bastian. Alle tre liker rytmisk folkemusikk. Sammen lager de gruppen “Bazaar”. De spiller sammen i 36 år. De gir ut plater og spiller konserter.

11
12

Men Flemming teknar og skrivar eisini alla tíðina. Hann gerst pápi at lítla Carli, tá ið hann bara er 22 ára gamal. Flemming skrivar um “Cykelmyggen Egon” til Carl, tí Carl hevur fingið eitt mýggjabit, sum klórar og svíður.

Men Flemming tegner og skriver også hele tiden. Da han er 22 år, blir han far til Carl. Flemming skriver om “Cykelmyggen Egon” til Carl, og fordi Carl har fått et myggstikk som klør og svir.

13
14

“Cykelmyggen Egon” er fyrsta bókin hjá Flemmingi, sum gerst ordiliga víðagitin. Flemming teknar allar tekningarnar til filmar og bøkur við hond. Hann hevur hvørki teldu ella farteldu.

“Cykelmyggen Egon” er Flemming sin første bok, som blir virkelig kjent. Flemming tegner alle sine tegninger til film og bøker for hånd. Han har ikke datamaskin eller mobil.

15
16

Flemming hevur skrivað rættiliga nógvar bøkur. Men umframt “Cykelmyggen Egon”, so eru “Bennys badekar”, “Snuden”, “Jungledyret Hugo” og “Cykelmyggen og Minibillen” allar víðagitnar og væl umtóktar millum børn!

Flemming har skrevet veldig mange bøker. Og i tillegg til “Cykelmyggen Egon”, så er “Bennys badekar”, “Snuden”, “Jungledyret Hugo” og “Cykelmyggen og Minibillen” blitt veldig kjente og elsket av alle barn.

17
18

Tað, sum er serstakt, er, at sonur hansara, Carl, eisini bæði teknar og skrivar framúrskarandi søgur. “Skógardýrið Hugo” hevur Carl teknað, og Flemming hevur skrivað søgurnar.

Det virkelig fantastiske er, at Flemming sin sønn Carl også både tegner og skriver fantastiske historier. “Jungeldyret Hugo” har Carl tegnet og Flemming har skrevet historiene.

19
20

Tað sæst, at Flemmingi dámar at eygleiða djór og plantur í náttúruni. Tekningarnar í bókum hansara eru næstan vakrari enn náttúran sjálv - óansæð um tað er á strondini, í skóginum, undir jørðini ella á havsins botni - saman við Benny og sporlapadduni.

Man kan godt se at Flemming elsker å iaktta dyr og planter i naturen. Tegningene i bøkene hans er nesten flottere enn naturen selv - like mye om det er på stranden, i skogen, under jorden eller på havets  bunn - sammen med Benny og rompetrollet.

21
22

Flemming skrivar sum oftast til børn. Honum dámar sera væl børn. Hann sigur: “Tað eru ikki børnini, sum skulu uppalast. Tað eru tey vaksnu.” Heldur tú eisini tað?

Flemming skriver mest for barn. Han liker barn veldig mye. Han sier: ”Det er ikke børn, der skal opdrages. Det er de voksne.” Synes du også det?

23
Flemming Quist Møller - ein danskur fjøllistamaður við nógvum gávum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
S1+4+6+8+10+12+14+16+20: ©Flemming Quist-Møller
S18: ©Carl Quist-Møller
S22: ©Carsten Bundgaard Andersen
Forrige side Næste side
X