
Aftur í leit
Thordis Dahl Hansen
Ólavsøkuaftan, 28. juli, verður ólavsøkan sett. Til setanina ganga ítróttarfólk og hornarorkestur skrúðgongu.
Ólavsøkudag, 29. juli, ganga løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar og ríkisumboðið skrúðgongu úr Tinghúsinum oman í Havnar kirkju til guðstænastu.
Eftir guðstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur til tinghúsið, har eitt stórt ólavsøkukór syngur á Tinghúsvøllinum og har nógv fólk er samankomið.
Eftir sangin fara tingfólkini og landsstýrisfólkini inn í Tinghúsið, har løgmaður setur tingið og eitt nýtt tingár byrjar.
Á ólavsøku er sera nógv at fara. t.d. listaframsýningar, tivoli, fólkafundir, konsertir og fótbóltur.
Men hóast tað er nógv at fara til, so eru tað nógv, sum bert ganga oman og niðan og práta við fólk.
Og so er tað mittnáttarsagnurin 29. juli. Fyri fleiri er hetta hæddarpunktið, tá ið fleiri túsund fólk eru samlað til felagssang á Vaglinum.