Atlantbib - Thordis Dahl Hansen - Skúlin við Streymin
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya og hevur ein tann nýggjasta flotan í Evropa við Airbus-flogførum og Leonardo AW139-tyrlum, sum eru serliga útgjørd til føroysk viðurskifti.
528. mars 1988 var dagurin, tá ið Atlantic Airways fyrstu ferð setti seg í Vágum. Hetta var ein hátíðardagur fyri føroysku tjóðina.
7Atlantic Airways hevur støð í Vága Floghavn í Føroyum. Flogfelagið hevur trý Airbus-flogfør og tvær tyrlur (2020). Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways var eitt British Aerospace BAe 146. Hetta slagið av flogførum tók 84 ferðafólk.
9Flogfelagið hevur flogfør, sum flúgva út í heim og tyrlur, sum flúgva rutuflúgving í Føroyum fyri Strandfaraskip Landsins.
11Høvuðsuppgávan hjá tyrlunum er at vera partur av tilbúgvingini í Føroyum. Tær eru tøkar til leiting og bjarging alt samdøgrið allar dagar í árinum.
13Búmerkið er ein súla. Súlan livir í Norðuratlantshavi, og í Føroyum eigur hon í Mykineshólmi. Litirnir í búmerkinum eru teir somu, sum í Merkinum. Tað eru Sansir, ið hava teknað búmerkið.
15Flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways eru uppkallað eftir mætum, føroyskum listafólkum. Flogførini eita William (Heinesen), Elinborg (Lützen) og Ingálvur (av Reyni), og tyrlurnar eita Sámal (Joensen-Mikines) og Ruth (Smith).
17Slagorðið hjá Atlantic Airways er: “Vit flúgva fyri Føroyar”. Visjónin er at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjarnar saman og skapa tryggleika.
19Atlantic Airways flýgur til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, London og París. Í Suðurevropa flúgva tey til Barcelona, Mallorca og Gran Canaria í Spania (2020).
21Atlantic Airways fekk í juli 2019 tað fyrsta av fýra nýggjum Airbus320neo-flogførum. Hetta flogfarið tekur 174 ferðafólk. Nýggju neo-flogførini brenna 15-20% minni olju, sum bøtir um kappingarførið hjá Atlantic Airways, samstundis sum tey dálka minni.
23Atlantic Airways var fyrsta flogfelag í Evropa at brúka nýggju og framkomnu navigatiónstøknina RNP AR 0.1. Tað ger tað møguligt hjá flogførunum at flúgva uttan um øki við nógvum turbulensi. Tøknin bøtir eisini munandi um reglusemið til Vágar, tí nú ber til at lenda í verri sýni enn áður.
25Atlas er maskotturin hjá Atlantic Airways. Hann elskar at ferðast og at hitta glað børn. Hann er ein ompil, sum er ein súluungi. Súlan er búmerkið hjá Atlantic Airways. Listamaðurin Janus á Húsagarði hevur teknað Atlas.
27Hvat heldur tú ferðafólk eiga at uppliva, um tey koma til Føroya at ferðast? Vel trý ting.
29Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+12+22: Atlanticairways.com - Ólavur Frederiksen
S4: Airbus
S6: Stamps.fo
S8: Alexander Jonsson - commons.wikimedia.org
S10+14+18+20: Atlantic Airways
S16: William Heinesen, Elinborg Lützen, Ingálvur av Reyni, Sámal Joensen-Mikines og Ruth Smith
S24: Atlanticairways.com - Høgni Heinesen
S26: Atlanticairways.com - Janus á Húsagarði
S28: Thordis Dahl Hansen
www.atlantic.fo