
Aftur í leit
Thordis Dahl Hansen
Siðvenjan, at kóka kleynur til jóla, stavar heilt aftur frá miðøldini, tá ið tað ikki var vanligt at brúka ovn til matgerð. Kleynur eru eisini partur av jólabakstrinum í Íslandi, Norra, Danmark og Svøríki.
Her er ein uppskrift:
125 g av margarini + 350 g av sukri
3 egg + 1½ dl av mjólk
5 súpisk. av kardamummum
3 súpisk. av bakipulvuri
uml. 1 kg av hveitimjøli
Síðan skulu tær skerast við kleynusporanum. Kleynurnar skulu hava skap, sum ein romba.
So skulu tær snúgvast. Tann eini endin verður vendur ígjøgnum miðjuna á kleynuni, soleiðis at kleynan kemur at líkjast einari sloyfu.
Kleynurnar verða kókaðar í heitari olju, og tað eru bert nakrar kleynur í grýtuni í senn.
Tað er ikki leingi, til tær eru klárar at taka upp aftur. Kleynurnar skulu vera ljósabrúnar.