sprog
Freja Nicolajsen, Emma Gade og Stine Sørensen - Vonsild Skole
Oversat til færøsk af Asta Wolles & Thordis Dahl HansenPlast elvir til stórar trupulleikar í heimshøvunum. Umleið 8 milliónir tons av plasti verða latin út í havið um árið. Hildið verður, at um 10 ár verður nøgdin økt til 16 milliónir árliga.
Plast elvir til stórar trupulleikar í heimshøvunum. Umleið 8 milliónir tons av plasti verða latin út í havið um árið. Hildið verður, at um 10 ár verður nøgdin økt til 16 milliónir árliga.
Av hesum 8 milliónum tonsunum av plasti, sum enda í havinum um árið, søkka 70% til botns. Tað kann skjótt enda við, at meiri plast verður í havinum enn fiskar.

Á jýsku vestursrondini í Danmark skola yvir 1000 tons av plasti á land hvørt ár.

Tá plast rekur í havinum, gera UV-geislarnir frá sólini plastið moyrt. Síðani brotnar plastið í smærri og smærri petti, og at enda verður tað til mikroplast, sum er so smátt, at tað ikki sæst, men tað fer ongantíð burtur.

Long tíð gongur, til plast verður til mikroplast. Okkurt plast verður ikki til mikroplast fyrr enn 500 ár seinni.

Áleið 100.000 súgdjór og skjaldbøkur og 1 millión sjófuglar doyggja hvørt ár, orsaka av plasti. Djórini halda ofta, at plast er matur. 95% av øllum sjófuglum hava evarska lítil plastpetti í maganum.

Mikroplast er nógv vandamiklari, enn tá ið tað eru stór stykki av plast. Øll djór í havinum eta tað mikroplastið, sum er í sjónum.

Tá djór eta plast, kemur mikroplast i tann matin, vit eta úr havinum. Tað merkir, at tað plast, vit blaka í náttúruna, í ringasta fall kemur í tann matin, vit eta.

Granskarar hava funnið fram til, at plast ofta kemur frá menniskjum, sum búgva 50 km frá strondini, tí plast fýkur og endar í havinum.

Heimsmál nr.14 er millum annað um at minka dálkingina av høvunum. Hugsar tú um, hvat tú gert við títt plastburturkast, tá ið tú beinir tað burtur?

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: photolib.noaa.gov S4: Brian Merrill - pixabay.com S6: Kevin Krejci - flickr.com S8: Sandra Altherr - pixabay.com S10: Kein - commons.wikimedia.org S12: MaxPixel.net S14:Stefan Leijon - flickr.com S16: Thue - commons.wikimedia.org S18: John Brookes - pixabay.com S20: RitaE - pixabay.com S22: Globalgoals.org