Skift
sprog
Gongustjørnurnar í okkara sólskipan
Gongustjørnurnar í okkara sólskipan

1. a og 6. b Vonsild Skole

Oversat til færøsk af Asta Wolles
3
4

Í okkara sólskipan eru átta gongustjørnur, sum mala kring sólina. Fýra tær fyrstu eru úr steini, og fýra tær seinastu eru úr gassi. Sólin er ein stór gongustjørna.

5
6

Nevndar frá sólini og úteftir eita gongustjørnurnar: Merkur, Venus, Tellus (Jørðin), Mars, Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun. Allar eru uppkallaðar eftir gudum í rómversku gudalæruni.

7
8

Merkur er ein myrk og oyðin gongustjørna úr steini. Hitin kann koma heilt upp í 450 hitastig um dagin og niður í -170 kuldastig um náttina. Hon er hin minsta gongustjørnan.

9
10

Venus er hin triðiminsta gongustjørnan. Hon er eisini tann bjartasta, og tí sæst hon ofta av Jørðini. Hitin á Venus er altíð umleið 465 hitastig.

11
12

Í veruleikanum eitur Jørðin Tellus. Hon er um somu stødd sum Venus. Hon verður eisini kallað “Hin bláa gongustjørnan.” Tað kemst av, at umleið 70% av henni  er undir í vatni. Hon er einasta gongustjørnan, har vit vita við vissu, at lív er at finna. Mánin melur um Jørðina.

13
14

Mars verður kallað “Hin reyða gongustjørnan.” Tað er kaldari á Mars enn á Jørðini. Í meðal eru -60 kuldastig. Mars hevur tveir mánar. Fleiri ómannað rúmdarfør eru send til Mars. Ætlanin er at senda fólk á Mars einaferð í framtíðini.

15
16

Jupiter er størsta gongustjørnan í allari sólskipanini og vigar næstan tríggjar ferðir so nógv sum allar hinar gongustjørnurnar til samans. Hon er úr gassi við einum føstum kjarna. Jupiter hevur 63 mánar, sum vit vita um.

17
18

Saturn er næststørsta gongustjørnan. Hon er tann gongustjørnan, har ringarnar kring hana eru týðiligast. Saturn er eisini úr gassi. Saturn hevur 62 mánar, sum vit vita um.

19
20

Uranus var fyrsta gongustjørnan, sum granskarar raktu við - í 1781. Hon er hin róligasta gongustjørnan úr gassi í sólskipanini. Har eru næstan eingir stormar. Yvirflatan er ikki føst, men har er nógvur ísur. Har eru -200 kuldastig. Uranus melur runt um sólina.

21
22

Neptun líkist Uranus. Hon er nakað minni, men vigar meiri. Á Neptun eru tær ringastu ódnirnar í allari sólskipanini. Vindurin kann koma upp í 2000 km/t. Neptun hevur 14 mánar, sum vit vita um.

23
24

Veitst tú um annað, sum finst í okkara sólskipan?

Gongustjørnurnar í okkara sólskipan

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+4: Manvendra Singh - pixabay.com
S6: Image Editor - flickr.com
S8+10+12+16+18+20+22: NASA - commons.wikimedia.org
S14: ESA - commons.wikimedia.org
S24: Pxhere.com
Forrige side Næste side
X