
Tilbage til søgning
2. flokkur í Skúlanum við Streymin
Grindahvalur er ein tannhvalur, sum verður roknaður upp í delfinættina, og er tí í ætt við eitt nú bóghvítuhval og hvessing.
Grindahvalur, sum livir undir Føroyum, nevnist langbøkslutur grindahvalur. Hetta slagið hevur longri bøksl enn stuttbøkslutur grindahvalur.
Langbøksluti grindahvalur livir bæði á sunnaru og norðaru hálvu. Hildið verður, at tað eru okkurt um 800.000 grindahvalir í norðurhøvum.
Grindahvalur er eitt súgdjór. Leiftrarnir súgva mjólk frá mammu síni í minsta lagi hálvtannað ár. Teir fáa tenn, tá ið teir eru 6 mánaðir gamlir.
Grindahvalur etur umleið 50 kg av føði um dagin. Hann etur fyrst og fremst høgguslokk, men undir Føroyum eisini svartkjakft og gullaks, um lítið er til av høgguslokki.
Sagt verður, at grindahvalur “sær” við oyrunum. Grindahvalur sendir ljóðbylgjur út ígjøgnum kúlusiggið. Tá ið tær eitt nú raka eina høgguslokkatorvu, verður ljóðið kastað aftur, og á henda hátt veit hvalurin, hvat er fyri framman.
Grindahvalur andar ígjøgnum blástrið. Eitt vætuskýggj sæst ein slakan metur upp í loft, tá ið hann andar út.
Grindahvalur gongur í flokki, og tað eru kvennhvalirnir, sum stýra grindini og hava ræðið. Kvennhvalirnir liva eisini longur enn kallhvalirnir og verða upp í 60-65 ára gamlir.
Kallhvalurin er størri enn kvennhvalurin. Hann verður einar 6,5 metrar langur og vigar 2,5 tons.
Føroyingar veiða grind til matna. Hildið verður, at tað hevur verið gjørt her á landi, síðani fólk búsettust á oyggjunum í 9. øld.
Nógv tvøst og spik er á einum grindahvali. Tað, sum ikki verður etið feskt, verður saltað og turkað fyri at halda sær longur. Ein forkunnungur rættur er at eta turra grind og spik saman við turrum fiski og køldum eplum.
Mynduleikarnir mæla føroyingum frá at eta grind, tí ov nógv tungmetal er í matinum. Men siðvenjan at veiða og eta grind livir enn væl millum føroyingar.