Skift
sprog
Íslendska rossið
2
Íslendska rossið

Helga Dögg Sverrisdóttir

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen & Guðrun Elttør
3
4

Íslendska rossið er ikki blandað við onnur rossasløg, og er tískil eitt reint slag. Hildið verður, at norsku niðursetufólkini høvdu rossið við sær, tá ið tey settu búgv í Íslandi.

5
6

Tað sigst, at tey bara tóku tey bestu rossini við sær. Rossið er ikki stórt, og tað verður av mongum roknað sum eitt smáross.

7
8

Ross, sum fara úr landinum, sleppa ikki at koma innaftur. Tað er bannað at innflyta ross, og tað er gjørt fyri at halda rossaslagið reint.

9
10

Av tí at rossið hevur verið avbyrgt, hevur tað varveitt fleiri av sereyðkennum sínum, meðan onnur rossasløg hava mist tey. Til dømis gonguløg og fjølbroyttu litirnar.

11
12

Tað, ið eyðkennir rossið, er gonguløg tess. Tað hevur fimm gonguløg: trágongu, fet, tvíspor, skeið og tølt.

13
14

Eftir tí, sum vit vita, duga ongin onnur rossasløg at tølta. Íslendska rossið hevur fleiri serstøk litbrigdi.

15
16

Reyði liturin er fjølbroyttur, úr ljósum yvir í  myrkareytt.

17
18

“Leirljóst” er ein gyltur litur. Sereyðkennið fyri hendan litin er, at framfaks og halafaks næstan eru hvít.

19
20

Brúni liturin er vanligur. Litbrigdini kunnu vera úr ljósabrúnum yvir í kolasvartan lit. Fylini eru ofta grábrún, tá ið tey verða folað, men liturin gerst myrkari, sum fylini eldast.

21
22

Músagrátt og aksagrátt er sum liturin á stáli. Hógvarnir eru vanliga myrkari enn kroppurin.

23
24

Svartryggjut ross er ljóst í litinum við svørtum faksi og hala og eini svartari strípu eftir rygginum. Beinini eru vanliga myrkari.

25
26

Gráa rossið hevur vanligar grundlitir, tá tað verður folað, men seinni koma hvítu hárini. At enda hvørvur grundliturin og rossið verður hvítt. Íslendska rossið hevur nógva litsamansetingar.

27
28

Nøvnini á Íslendskum rossum eru ofta knýtt at litinum, náttúruni og veðrinum. Á næstu síðu sært tú nøkur nøvn. Gita, hvar nøvnini hoyra heima - litir, úr náttúruni ella veðrinum.

29
30

Reyði, Stormur, Lítli-Brúni, Forsti, Reyðbrún, Flekkuti, Stjørna, Fleyr, Brúnflekkuta, Sól, Toka, Lýsing, Snjóhvíta, Gullglitur, Æl, Lot, Katla, Hekla, Alda, Fonn og Brimur.

31
32

Finnur tú onnur nøvn?

Finnur tú onnur nøvn?

33
Íslendska rossið

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+8+32: Jón Hjörtur Sigurðarson
S12+16+18+20+22+24: Úrvalshestar.is
S4+8+10+14+26: Skeiðvellir.is
S28: PixelAnarchy - pixlr.com
S30: Helga Dögg Sverrisdóttir
Forrige side Næste side
X