5. flokkur í Skúlanum við Streymin
Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum.
5Summardáin er lítil á vøkstri, einar 5 til 15 cm til støddar. Hann er so lívseigur, at hann veksur alt árið. Eisini um veturin, tá ið kavin toyar, setur hann høvdið uppundan.
7Mýrufípan blómar í mai og juni. Hon kann gerast 20 til 40 cm høg. Hon veksur, har tað er eitt sindur vátt. Veksur bert á norðaru hálvkúlu.
9Børkubóndi verður eisini nevndur kápukona. Hetta helst tí, at um tú hyggur nær at honum, líkist hann eini konu í fínum kjóla. Hann blómar tíðliga á sumri, í juni og juli. Hann gerst 10 til 30 cm høgur. Hann veksur í bø og í haga.
13Litingarsortugras blómar í juni og juli. Tað gerst 15 - 60 cm høgt, og verður brúkt at lita tógv við. Tað gevur gulan lit. Tað veksur, har tað er góð jørð og góður sólargangur.
15Reyðakkuleyða blómar í juli. Hon gerst 20 til 30 cm høg. Hon er vanlig í vátlendi, í bønum og við vegjaðarin.
17Smyrilsurt er 20 til 60 cm høg. Hon blómar frá juli til september. Smyrilsurt veksur, har tað er grýtut og turt.
19Smæra verður 10 til 25 cm høg. Hon er ofta at síggja í bønum og fram við vegnum. Smæra verður eisini nevnd seyðasmæra.
21Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1-24: Thordis Dahl Hansen