
Tilbage til søgning
June-Eyð Joensen og 3. flokkur í Skúlanum við Streymin
Hans Andrias Djurhuus verður nevndur “Føroya kærasta fólkaskald”. Allir føroyingar kenna onkrar av barnarímum hansara.
Hans Andrias Djurhuus varð føddur 20. oktober 1883 og doyði 6. mai 1951. Hann gjørdist 67 ára gamal.
Hans Andrias vaks upp í Áarstovu í Havn. Pápin var útróðrarmaður, og mamman tók sær av heiminum. Familjan livdi undir fátøkum korum, men tey høvdu stóran áhuga fyri mentan og søgu.
Hans Andrias var beiggi ein annan kendan føroyskan yrkjara, J.H.O. Djurhuus, og teir báðir verða nevndir Áarstovubrøðurnir.
Hans Andrias gekk á Føroya fólkaháskúla. Har lærdi hann um føroyskt mál og føroyskar bókmentir og byrjaði tá at yrkja á føroyskum.
Síðani fór hann á læraraskúla, og hann var lærari bæði í fólkaskúlanum, realskúlanum og á læraraskúlanum.
Hans Andrias var eitt sera virkið skald. Hann skrivaði yrkingar, sálmar, sangir og rímur, og hann skrivaði eisini stuttsøgur, ævintýr, sjónleikir og eina skaldsøgu.
“Gakk tú tryggur” er kendasti sálmur hansara. Hann verður nógv sungin bæði í skúlunum og í kirkjunum í Føroyum. Fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:
“Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.”
Kendasta barnaríma hansara er “Dukka mín er blá”. Hana kenna øll børn í Føroyum. Hon ljóðar soleiðis:
“Dukka mín er blá, hestur mín er svartur, ketta mín er grá, máni mín er bjartur, gyllir hvørja á. Og ein summar dag, fara vit at ferðast langa leið av stað, tá skal dukkan berast, tá er systir glað.”