
Tilbage til søgning
June-Eyð Joensen
Við at ringmerkja fuglar, kanst tú millum annað finna útav, hvar flytifuglarnir eru um veturin. Í Føroyum varð fyrsti fuglurin ringmerktur í 1912. Síðani hava 100.000 fuglar fingið ein ring við einum tali um beinið.
Likkan er ein mási við grásvørtum baki og gulum beinum. Nevið er eisini gult við einum reyðum bletti á undirnevinum. Likkan reiðrast í Føroyum og fer síðani til Portugal og Marokko um veturin.
Súlan er ein sera vakur sjófuglur og verður av summum eisini kallað atlantshavs-drotningin. Hon kemur til Føroya longu í januar og eigur bara á Mykineshólmi og á tveimum drangum. Í oktober fer hon til Vesturafrika.
Ternan er tann fuglurin, sum flýgur longst. Um summarið reiðrast hon í Føroyum, men um veturin heldur hon til við Suðurpólin.
Lundin kemur til Føroya í apríl. Hann er ein svartur og hvítur sjófuglur við vøkrum stríputum nevi. Lundin fær borið fleiri enn 20 nebbasildir í nevinum í senn.
Spógvin er ein hagafuglur, sum reiðast í Føroyum um summarið. Hann hevur eitt bogið nev. Í august-september flýgur hann til Vesturafrika.
Tjaldrið er tjóðfuglur okkara. Á grækarismessu, 12. mars, hátíðarhalda vit, at tjaldrið og várið er komið. Tjaldrið flýgur suður til Onglands og Fraklands í september.