Skift
sprog
Norðlýsi
Norðlýsi

Solveig Støbakk Eggen - Snåsa skole

Oversat til færøsk af Guðrun Elttør
3
4

Norðlýsið kemur av elekstriskum partiklum frá sólini, ið koma inn í magnetøkið á jørðini. Økið leiðir partiklarnar inn í umráðið runt um magnetisku pólarnar á jørðini.

5
6

Norðlýsið kann sígga sera ymiskt út. Litirnir í norðlýsinum síggjast í linjum, ið breiða seg yvir alt økið.

7
8

Latínska navnið fyri norðlýsið er aurora borealis. Sama ljósfyribrigdið kallast suðurljósið, ella australis, tá ið tað er á syðru helvt av jørðini, og felagsnevnarin fyri hesi bæði er polarljós.

9
10

Norðlýsið byrjar í ovara lofthavinum millum 80 kilometrar og sjáldan yvir 500 kilometra hædd yvir yvirflatuni á jørðini.

11
12

Frederik Carl Mülertz Størmer var ein virkin norskur granskari av norðlýsinum, og hann gjørdi eitt slóðbrótandi arbeiði við at kortleggja norðlýshæddina.

13
14

Fyrr í tíðini, tá norðlýsið bleiktraði yvir luftini, var tað hildið at vera ónd ávaring. Sámarnir trúðu, at norðlýsið vóru sálirnar hjá teim deyðu, tí skuldi tað ikki tosast um.

15
16

Tað var eisini hildið at vera vandamikið, um nakar veitraði, floytaði ella sang undir norðlýsinum. Tá kundi norðlýsið leggja merki til at tú vart har, hildu tey.

17
18

Tað er mest sannlíkt at uppliva norðlýsið norðalaga í Skandinavia, Norður-Russlandi, Alaska og norðara parti av Kanada, Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

19
20
Norðlýsi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
S1: Bjørn Jørgensen, Samfoto, NTB scanpix
S4+8: PXhere.com
S6: Dag Endre Opedal - flickr.com
S10: Svalbardblues.com
S12: Carl Størmer (1874-1957) - Nasjonalbiblioteket - commons.wikimedia.org
S14: Geralt - pixabay.com
S16: Rawpixel.com
S18: NASA - ndla.no
S20: TheDigitalArtist - pixabay.com
Forrige side Næste side
X