
Tilbage til søgning
Atlantbib - Thordis Dahl Hansen - Skúlin við Streymin
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya og hevur ein tann nýggjasta flotan í Evropa við Airbus-flogførum og Leonardo AW139-tyrlum, sum eru serliga útgjørd til føroysk viðurskifti.
28. mars 1988 var dagurin, tá ið Atlantic Airways fyrstu ferð setti seg í Vágum. Hetta var ein hátíðardagur fyri føroysku tjóðina.
Atlantic Airways hevur støð í Vága Floghavn í Føroyum. Flogfelagið hevur trý Airbus-flogfør og tvær tyrlur (2020). Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways var eitt British Aerospace BAe 146. Hetta slagið av flogførum tók 84 ferðafólk.
Flogfelagið hevur flogfør, sum flúgva út í heim og tyrlur, sum flúgva rutuflúgving í Føroyum fyri Strandfaraskip Landsins.
Høvuðsuppgávan hjá tyrlunum er at vera partur av tilbúgvingini í Føroyum. Tær eru tøkar til leiting og bjarging alt samdøgrið allar dagar í árinum.
Búmerkið er ein súla. Súlan livir í Norðuratlantshavi, og í Føroyum eigur hon í Mykineshólmi. Litirnir í búmerkinum eru teir somu, sum í Merkinum. Tað eru Sansir, ið hava teknað búmerkið.
Flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways eru uppkallað eftir mætum, føroyskum listafólkum. Flogførini eita William (Heinesen), Elinborg (Lützen) og Ingálvur (av Reyni), og tyrlurnar eita Sámal (Joensen-Mikines) og Ruth (Smith).
Slagorðið hjá Atlantic Airways er: “Vit flúgva fyri Føroyar”. Visjónin er at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjarnar saman og skapa tryggleika.
Atlantic Airways flýgur til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, London og París. Í Suðurevropa flúgva tey til Barcelona, Mallorca og Gran Canaria í Spania (2020).
Atlantic Airways fekk í juli 2019 tað fyrsta av fýra nýggjum Airbus320neo-flogførum. Hetta flogfarið tekur 174 ferðafólk. Nýggju neo-flogførini brenna 15-20% minni olju, sum bøtir um kappingarførið hjá Atlantic Airways, samstundis sum tey dálka minni.
Atlantic Airways var fyrsta flogfelag í Evropa at brúka nýggju og framkomnu navigatiónstøknina RNP AR 0.1. Tað ger tað møguligt hjá flogførunum at flúgva uttan um øki við nógvum turbulensi. Tøknin bøtir eisini munandi um reglusemið til Vágar, tí nú ber til at lenda í verri sýni enn áður.
Atlas er maskotturin hjá Atlantic Airways. Hann elskar at ferðast og at hitta glað børn. Hann er ein ompil, sum er ein súluungi. Súlan er búmerkið hjá Atlantic Airways. Listamaðurin Janus á Húsagarði hevur teknað Atlas.
Hvat heldur tú ferðafólk eiga at uppliva, um tey koma til Føroya at ferðast? Vel trý ting.