sprog
Susanne Backe - Frösakullsskolan
Oversat til færøsk af Thordis Dahl HansenTá ið Greta Thunberg var 11 ára gomul, sá hon ein film í skúlanum um plastdálking í havinum. Hon gjørdist stúrin um umhvørvisdálkingina og alheims upphitingina av jørðini.
Tá ið Greta Thunberg var 11 ára gomul, sá hon ein film í skúlanum um plastdálking í havinum. Hon gjørdist stúrin um umhvørvisdálkingina og alheims upphitingina av jørðini.
Í 2018 skrivaði Greta ein stíl í skúlanum: “Vit vita - og vit kunnu gera okkurt nú”. Hon tók avgerð um, at her mátti okkurt gerast. Hon gjørdi sær sítt egna skelti, súkklaði til Ríkisdagin í Stokkhólmi og byrjaði eitt sitiverkfall.

Verkfallið helt á hvønn skúladag í nakrar vikur. Síðan hevur hon verið í skúlaverkfalli hvønn fríggjadag fyri at fáa svensku politikarnar at halda Parísavtaluna. Hon hevur eisini ferðast við seglbáti til USA fyri at gera vart við veðurlagið.

Greta Tintin Elenora Emman Tunberg var fødd 3. januar 2003 í Stokkhólmi. Foreldur hennara eru sjónleikarin Svante Thunberg og operasangarinnan Malena Emman. Greta hevur fingið diagnosuna Aspergers syndrom.

Aspergers syndrom er eitt menningarórógv, sum minnir um autismu. Tann, sum hevur Aspergers syndrom, kann hava tað trupult við sosialum samspæli. Greta Thunberg er errin av at vera “øðrvísi” og heldur, at hennara Aspergers diagnosa er ein supermegi.

Greta Thunberg er kend um allan heim fyri hennara átak: “Skúlaverkfall fyri veðurlagnum”. Hon hevur fingið nógv uppmerksemi, og hon hevur hitt nógv ráðandi fólk í ymiskum londum. Hennara boðskapur er: Tað hevur stóran skund, og veðurlagið kann ikki bíða.

Í 2018/2019 hevur Greta Thunberg ferðast runt í heiminum og hildið røður á fleiri verðurlagsráðstevnum, hildið røðu í bretska tinginum, hitt pávan Franciskus í Rom og eisini hevur hon fingið eitt bræv frá Dalai Lama, sum heiðraði hana fyri hennara stóra arbeiði fyri umhvørvinum.

Stóri áhugin, sum Greta hevur fyri umhvørvinum, hevur breitt seg um allan heim, serliga millum ung. Hennara boðskapur er komin út til milliónir av fólki runt allan heim - samstundis sum hon eisini hevur verið fyri hørðum atfinningum. Greta vil, at vit skulu lurta eftir granskarunum, vakna og byrja at virka fyri einum betri umhvørvi.

Næmingar í fleiri enn 100 londum vóru í veðurlagsverkfalli fyri at fáa politikararnar at gera okkurt við verðurlagsbroytingarnar. Boðskapur hennara til tey ráðandi er: Tit stjala okkara framtíð!

Í 2018 fekk Greta virðisløn sum “Ársins unga fyrimynd”, í desember 2018 valdi Time Magazine Gretu at vera millum teir 25 tannáringarnar við størst ávirkan í heiminum og í mars 2019 varð hon tilnevnd Friðarheiðursløn Nobels.

Ein nýfunnin klukka í Kenja er uppkallað eftir Gretu. Klukkan eitur nú Nelloptodes gretae. Klukkan er gul, blind, hevur ongar veingir, men hon hevur tvær antennur, sum líkjast flættum. Náttúrusøguliga savnið í London hevur valt at heiðra Gretu fyri hennara arbeiði at verja náttúruna við at uppkalla eitt djór eftir henni.

Stóra málið hjá Gretu er at stríðast fyri veðurlangnum. 13. heimsmál hjá ST er um at tálma verðurlagsbroytingum. Hvat kanst tú gera fyri umhvørvið í tínum gerandisdegi?

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+10: Anders Hellberg - commons.wikimedia.org
S4: Pxhere.com
S8: Frankie Fouganthin - commons.wikimedia.org
S12: Melessa - commons.wikimedia.org
S14+22: European Parliament - flickr.com
S16: Astraea - vimeo.com
S18: Goran Horvat - pixabay.com
S20: ©Jerker Ivarsson - aftonbladet.se
S24: ©Michael Darby
S26: Globalgoals.org