
Tilbage til søgning
Thordis Dahl Hansen
Og føroyingarnir sjálvir vóru eisini sera spentir til hesa løtuna. Øll høvdu fingið sær tær serligu sólarmyrkingarbrillurnar.
Tað vóru nógv, sum sóu tann tiltikna diamantringin. Myndin vísir diamantringin fyri fulla sólarmyrking.
Tá ið mánin kom fyri sólina, gjørdist tað myrkt, og tað kendist kaldari - og so sera friðarligt. Ein stórsligin løta!
Í 1954 var eisini full sólarmyrking í Føroyum. Eitt, fólk siga seg minnast frá tí sólarmyrkingini, var, at hønurnar fóru inn.
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir gjørdi tveir málningar við íblástri úr frásøgnum frá sólarmyrkingini í 1954.
Frímerkjadeildin hjá Posta gav eitt serligt sólarmyrkingarfrímerki út. Listafólkið er Martin Mörck.
Hevur full sólarmyrking nakrantíð verið beint við, har tú býrt ella í landinum, har tú býrt?