
Tilbage til søgning
June-Eyð Joensen
Jól eru ein kristin høgtíð, sum verður hildin frá 24. til 26. desember. Vit halda jól til minnis um Jesu føðing.
Tað eru fýra sunnudagar í advent, og hvønn sunnudag fyri jól tendra vit eitt ljós í adventskransinum.
Sankta Lusia er eitt halgimenni, sum vit minnast 13. desember. Tá ganga børn lusiugongu.
Nógv verður gjørt fyri at lýsa hesa myrku tíðina upp. Ljósketur hanga runt um nógv hús, og í vindeygum lýsa jólastjørnur.
Nógv børn fáa kalendaragávur ella adventsgávur í desember. Fyrr fingu børnini bara í hosuna jólamorgun.
Sertakir føroyskir jólasiðir síggjast best í mati. Fyrr var vanligt at eta ræstan fisk og sperðil á jólum. Nú eta tey flestu dunnu, gás ella ræst kjøt.
Jólaprýðið verður tikið niður trettanda, 6. januar, sum er dagurin til minnis um teir tríggjar vísmenninar.