sprog
Lasse Bang-Borregaard Frederik Ditlevsen Lukas Maschmann Oliver Olsen - Filipskolen, Amager
Oversat til færøsk af Sonni Óli DjurhuusMichael Laudrup bleiv føddur í 1964. Uppvøksturin var saman við móður síni Lone, pápanum Finn og lítlabeiggja Brian, tætt við Keypmannahavn. Michael byrjaði fótbóltsleið sína í 1981 í KB (Kjøbenhavns Boldklub).
Michael Laudrup bleiv føddur í 1964. Uppvøksturin var saman við móður síni Lone, pápanum Finn og lítlabeiggja Brian, tætt við Keypmannahavn. Michael byrjaði fótbóltsleið sína í 1981 í KB (Kjøbenhavns Boldklub).
Laudrup familjan er kend í Danmark. Einamest tí fleiri í familjuni hava spælt yrkisfótbólt og hava verið á landsliðnum. Finn Laudrup spældi á danska landsliðnum frá 1965-1979. Hann skeyt 6 mál.

Michael Laudrup er stóribeiggi Brian Laudrup, sum var føddur í 1969. Brian var við til at vinna EM í fótbólti fyri Danmark í 1992.

Michael Laudrup náddi at leika fyri átta fótbóltsfeløg: KB og Brøndby í Danmark, Lazio og Juventus í Italia, Barcelona og Real Madrid í Spania, Vissel Kobe í Japan og Ajax í Hollandi.

Michael náddi at leika 479 dystir og skjóta 230 mál fyri feløg síni. Hann er sera kendur fyri at leggja upp til mál. Tey feløg hann leikti flestar dystir fyri vóru Juventus og Barcelona.

Hann vann meistaraheitið við Juventus í 1986. Í Barcelona vann hann fýra ferðir á rað 1991-1994, og fyri Real Madrid í 1995. Hann endaði yrkisleið sína við at vinna meistaraheitið við Ajax í 1998.

Michael Laudrup leikti 104 landsdystir fyri Danmark og skjeyt 37 mál. Hann gjørdist veruliga kendur í Danmark eftir HM í Mexico í 1986. Hetta frímerki við honum á, er frá Paraguay.

Michael Laudrup hevur vunnið heiðurin “Ársins fótbóltsleikari í Danmark” tvær ferðir - 1982 og 1985. Í 1993 gjørdist hann “Ársins leikari” í Spania.

Hann byrjaði sína yrkisleið sum venjari við at vera hjálparvenjari fyri Danska landsliðið í ár 2000. Síðani hevur hann verið venjari fyri Brøndby IF, Getafe, Spartak Moskva, RCD Mallorca, Swansea City, Lekhwiya SC og Al-Rayyan SC frá Qatar.

Michael hevur, sum venjari vunnið meistaraheitið við Brøndby IF og Lekhwiya SC frá Qatar. Hann gjørdist “Ársins venjari í Danmark” í 2003 og 2005.

Michael Laudrup hevur trý børn, Mads, Andreas og Rebecca. Báðir synirnir hava leikt yrkisfótbólt. Báðir eru tó givnir við yrkisleiðini.

Michael Laudrup kann enn keypast sum leikari í “FIFA 18” - her hoyrir hann til “Legendurnar”.

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+8+10+12+14+28: Sconosciuto - commons.wikimedia.org S4: KB-boldklub.dk S6: Thorvald Bindesbøll - 1846-1908 - commons.wikimedia.org S16: Paraguayan stamp - commons.wikimedia.org S18: Börkur Sigurbjörnsson - flickr.com S20+22: Doha Stadium Plus Qatar - K. Mohan - commons.wikimedia.org S24: Paul Blank - commons.wikimedia.org S26: Yannick Pélissier - commons.wikimedia.org