sprog
Betina Bek Faaborg
Oversat til færøsk af June-Eyð JoensenHaderslev är en stad på Sydjylland. Där bor ca 22 000 människor. Om vintern kan man åka med veterantåg.
Haderslev er ein býur í Suðurjútlandi. Har búgva umleið 22.000 fólk. Um veturin kanst tú koyra við ellistoki higar.
Haderslev har inte alltid varit danskt. Från 1864-1920 var Haderslev en tysk stad. Här är ett minnesmärke från då Haderslev blev dansk igen.
Haderslev hevur ikki altíð verið danskur. Frá 1864-1920 var Haderslev ein týskur býur. Her er ein minnisvarði frá tí, at Haderslev gjørdist danskur aftur.
Det röda vattentornet är stadens landmärke. Taket är gjort av koppar. Koppar blir grönt när det blir gammalt.
Tað reyða vatntornið er býarmerkið í býnum. Tekjan er úr kopari. Kopar verður grønt, tá ið tað eldist.
När det är jul står julgranen på byns torg bland de gamla husen. Sista lördagen i november samlas folk på torget och väcker jultomten.
Á jólum stendur jólatræið á býartorginum millum tey gomlu húsini. Síðsta leygardag í november koma fólk saman á torginum fyri at vakja jólamannin.
Haderslev är en domkyrkestad. Kyrkan heter Vor Frue Kirke och kan lätt ses från hela staden.
Í Haderslev er ein dómkirkja. Kirkjan eitur “Vor Frue Kirke” og sæst úr øllum býnum.
I hamnen ligger Streetdome. Här kan man skejta och göra parkour både ute och inne. På den gamla silon kan man klättra och rapelle.
Á keiini er “Streetdome”. Har kanst tú standa á rennifjøl og gera “parkour” bæði úti og inni. Á gomlu korngoymsluni kanst tú klintra og síga.
I barackerna bor det soldater. Den 4 maj samlas många människor på torget framför barackerna till ljusfest för att fira Danmarks befrielse efter 2:a världskriget.
Í hermannabúðunum búgva hermenn. 4. mai koma nógv fólk saman á økinum framman fyri hermannabúðirnar til ljóssýning fyri at hátíðarhalda leysgevingina av Danmark eftir 2. verðaldarbardaga.
Um summarið kanst tú sigla við hjóldamparanum, Helenu, úti á fjørðinum.
Haderslev djurpark är Danmarks näst största. I djurparken bor kronhjort och dovhjort. Två av hjortarna är mycket speciella då det är helt vita. De kallas för albinos.
Djóragarðurin í Haderslev er tann næststørsti í Danmark. Í djóragarðinum liva krúnhjørtir og dádýr. Tveir hjørtir eru ógvuliga serligir, av tí at teir eru púra hvítir. Teir verða nevndir litloysingar.
Haderslev (Vojens) är känt för deras ishockeylag SønderjyskE. Men de är också bra på fotboll och handboll.
Haderslev (Vojens) er kent fyri teirra íshockeylið, SønderjyskE. Men tey eru eisini góð í fótbólti og hondbólti.
Kløften är idag en park. Förr i tiden drev bönderna deras kor till marknad här igenom. På sommaren är här en stor musikfestival.
Kluftin er í dag ein stórur garður. Í gomlum døgum róku bøndurnir kýrnar hjá sær til marknaðin henda vegin. Um summarið er ein stórur tónleikafestivalur her.
Foto/Myndir: S1: Haderslev Kommune S4+20+22: Kenneth Faaborg S6+8+10+14+24: Betina Bek Faaborg S12: Claude David S16: JEK - commons.wikimedia.org S18: Visithaderslev.dk