sprog
Jette Laursen
Oversat til færøsk af June-Eyð JoensenFanø er ein 56 km² stór sandoyggj í Vaðlinum uttan fyri Esbjerg í Danmark.
Vaðilin er eitt øki við grunnum vatni, sum røkkur úr Fanø til Hollands. Tað er ein tjóðarpark.
Túrurin millum Esbjerg og Fanø tekur 12 minuttir við báti.
Ein partur av Fanø er avvaksin við heiðalyngi.
Tú møtir ofta rádýrum á vegum og gøtum.
Tær villu kaninirnar búgva í gongum undir jørð.
Kóparnir sóla sær gleðiliga á sandinum.
Vindurin og breiða sandstrondin eru framúrskarandi, um tú vilt seta drekar upp.
Eitt eyðkent Fanø-hús við hálmtekju, grønari úthurð og lúku upp á loftið.
Arks iir önj e juuli san deer ‘Fannikerdeege’ önj Nordby, weer bjarne än wåksene tråchte foon Fanø önjhääwe.
Hvørt ár í juli eru Fanniker-dagar í Nordby, tá ið bæði børn og vaksin lata seg í Fanø-búnar.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+8+10+16+20+22: Jette Laursen
S4+24: Google Maps
S6: Aotearoa - commons.wikimedia.org
S12+14+18: Ole Skovgaard