Skift
sprog
Lív mítt við Cerebralari Paresu (CP)
Lív mítt við Cerebralari Paresu (CP)

Ståle Vetaas Nielsen - Special Center Vonsild

Oversat til færøsk af Guðrun Elttør
3
4

Eg eri ein ungur drongur, sum næstan er 18 ára gamal. Eg eiti Ståle og búgvi í Danmark. Mamma mín er norsk og pápi mín er dani. Eg havi Cerebrala Paresu (CP).

5
6

CP verður eisini kallað spastiskt lamni. Tað er ein heilaskaði, sum ger, at heilin ikki dugir at stýra vøddunum sum vanligt. CP kemur antin í móðurlívi, undir føðing ella beint eftir føðingina.

7
8

Í flestu førum er CP ein viðføddur heilaskaði. Einans 10% eru skaðar undir ella beint eftir føðing. Áleið 150 børn verða fødd árliga við CP í Danmark.

9
10

Mamma mín fekk fosturvatnseitran, og eg mundi doyð í búkinum hjá mammu míni. Eg eri føddur við keisaraskurði fimm vikur ov tíðliga. Eg var sera lítil, tí eg hevði svøltað og hevði ikki fingið nóg mikið av súrevni.

11
12

Tá ið eg var føddur, mundi eg aftur doyð. Eg fekk krampar og lá í koma, tí eg hevði finigið vatn í høvdið. Heilin var skaddur av øllum, ið hann hevði verið úti fyri. Øll væntaðu, at eg fór at bera so nógv brek, at eg ikki fór at læra nakað; ikki at ganga, ikki at tosa, ikki at eta sjálvur ella klára at fara á vesi sjálvur.

13
14

Eg var áleið eitt ára gamal, tá eg fekk diagnosuna CP. Afturat tí fekk eg eisini epilepsi, har tú fært krampaherðindi, sum eg tíbetur eri sloppin av við aftur.

15
16

Eg havi fingið nógvar skurðviðgerðir, har tey hava longt spengurnar, so eg fái sitið vanligt, reist meg upp og fái gingið við stuðli. Eg havi fingið hjálp við fysioterapi og fingið fleiri og betri hjálpitól, eitt nú gangistativ, el-koyristól, ið kann koyra langt og skjótt.

17
18

Hóast eg beri brek, og tað er trupult at læra, so dugi eg í dag at ganga við gangistativi. Eg dugi at tosa, fara á vesi og at eta sjálvur - ja, yvirhøvur megni eg nógv sjálvur ella við eitt sindur av hjálp.

19
20

Eg havi gingið í serskúla. Fyrst á Special Center Brændkjær, síðan á Special Center Vonsild í Kolding. Her havi eg møtt flestu av vinum mínum og damuni hjá mær.

21
22

Foreldur míni blivu fráskild, tá eg var lítil. Tað hevur ikki altíð verið so lætt. Húsið hjá pápa mínum var ikki innrættað til gangistativ og koyristól, og tað var trupult at koma runt. Tí vóru vit noydd at flyta í ein meiri hóskandi bústað. Mamma mín býr í Noregi. Tað er eitt sindur stríggið at ferðast aftur og fram.

23
24

Skjótt fylli eg 18 ár og verði skjótt vaksin. Eg skal byrja á STU (Serliga Tilgjørd Útbúgving) og eg gleði meg. Eg haldi, at eg havi eitt gott ungdómslív við vinum, damu og veitslum. Eg havi gott áræði, hóast eg við hvørt havi hug at geva upp, tí tað er so trupult, so er tað umráðandi at royna.

25
26

Dugnaligir læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava hjálpt mær at koma higar, eg eri komin. Tað eri eg takksamur fyri. Eg fái ikki tað sama lívið sum onnur ung, men eg havi eitt gott lív.

27
28

Eg droymi eisini um eina framtíð saman við damuni, har vit kunnu klára okkum sjálvi so nógv sum gjørligt. Hvørjar avbjóðingar hevur tú í lívinum? Hvat droymir tú um?

29
Lív mítt við Cerebralari Paresu (CP)

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+22+28: Piqsels.com + needpix.com
S4+14+16+18+26: Mette Lindemark - SCV
S6+8: Gerd Altmann - pixabay.com
S10: Kitiele Kiti - pixabay.com
S12: Pxfuel.com
S20: NYT SCV??
S24: ⓒclseifert.com

Læs mere om CP på:
www.cpdanmark.dk
Forrige side Næste side
X