Skift
språk
Nikolaj Jacobsen - ein donsk hondbóltslegenda

Oskar Jørgensen, Noah Nielsen og Mads Rennebo - Vonsild Skole

Översatt till färöiska av June-Eyð Joensen
3
4

Nikolaj Bredahl Jacobsen er føddur 22. november 1971 í Viborg. Nikolaj er fyrrverandi hondbóltsspælari og er í løtuni venjari hjá danska manslandsliðnum (2019).

5
6

Hann hevur spælt fyri GOG Gudme, Bayer Dormager og THW Kiel í Týsklandi umframt Viborg HK. Hann varð danskur meistari við GOG tríggjar ferðir og THW Kiel tríggjar ferðir.

7
8

Hann varð kendur fyri at vera ein av bestu spælarunum á vinstra vongi. Hann varð kosin “Ársins hondbóltsspælari” í Danmark í 1993 og 1999.

9
10

Nikolaj spældi á landsliðnum hjá monnum frá 1991 til 2003. Hann spældi 148 landsdystir og skoraði 584 mál.

11
12

Nikolaj er tann hondbóltsspælarin í Danmark, sum hevur skorað flest mál í einum landsdysti. Tað var ímóti Grikkalandi í 1998, tá ið hann skoraði 15 mál.

13
14

Longu í 2004 byrjaði hann sum hjálparvenjari hjá Viborg HK og frá 2007-2011 hjá Bjerringbro-Silkeborg. Í 2012 gjørdist hann venjari hjá Aalborg HK, sum varð danskur meistari í 2013.

15
16

Í 2014-2019 var hann venjari hjá Rhein-Neckar-Löwen í Týsklandi. Teir vórðu týskir meistarar í 2016 og 2017.

17
18

Í 2017 gjørdist hann landsliðsvenjari hjá danska manslandsliðnum. Í 2019 vunnu hann og lið hansara HM á heimavølli í Herning (+2021+2023).

19
20

Nikolaj er giftur Lenette Jacobsen. Tey vórðu gift í 1999 og hava trý børn. Freja, Linus og Sille. Hann hevur tatoverað tríggjar stórar og nógvar smáar stjørnur á annan armin. Tær stóru ímynda børn hansara. Tær smáu vísa tey meistaraheitini, sum hann hevur vunnið.

21
22

Kennir tú nakrar kendar spælarar, sum eru vorðnir venjarar í hondbólti?

23
Nikolaj Jacobsen - ein donsk hondbóltslegenda

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+4+18+20+22+24: ©Jan Christensen - DHF
S6+8: ©THW-handball.de
S10: Maxpixel.com
S12: DHF.dk
S14: Lars Schmidt - commons.wikimedia.org
S16: ©Sörli Binder/ Rhein-neckar-loewen.de
Forrige side Næste side
X