Molsso
Giela
1. heimsbardagi í Danmark
1. heimsbardagi í Danmark

6.a Vonsild Skole (NZ)

Jorgaluvvon færasullo giella Asta Wolles
3
4

1. heimsbardagi byrjaði í 1914 og endaði 1918. Upprunin til kríggið var, at erkahertogin í Eysturríki, Franz Ferdinand, varð dripin. Maðurin, ið tók hann av døgum, var serbin Gavrilo Princip.

5
6

Danmark var uttanveltað í krígnum, tí vandi var fyri, at um eitt stórveldi leyp á, kundi Danmark missa sítt sjálvræði.

7
8

Danska stjórnin sá, at við at halda seg uttanveltað, var møguligt hjá Danmark at halda seg uttan fyri eitt evropiskt stórkríggj.

9
10

Markið millum Danmark og Týskland hevði síðani 1864 verið við Kongeåen (Norðurslesvík), og tí vóru nú fleiri túsund danskir suðurjútar noyddir at fara í kríggj fyri Týskland.

11
12

Í 1920, tvey ár eftir, at kríggið endaði, varð markið flutt suður, har tað er í dag. Hetta verður rópt “Endursameiningin av Suðurjyllandi við Danmark.” Á myndini ríður Christian kongur 10. um nýggja markið.

13
14

Umleið 30.000 suðurjútar doyðu í skotgravunum undir 1. heimsbardaga. Eisini vórðu mong skip søkt, og umleið 700 sjómenn sjólótust. Tilsaman doyðu stívliga 9 milliónir fólk undir 1. heimsbardaga.

15
16

Hóast Danmark var uttanveltað, varð tað kortini rakt av krígnum. Allar veitingar, sum Danmark vanliga fekk, sluppu ikki fram.

17
18

Gerandisvørur fóru at tróta. Í 1915, eitt ár eftir, at bardagin kyknaði, var kostnaðurin fyri húsarhaldsvørur hækkaður við 30 prosentum. í 1918, tá bardagin var av, var hann hækkađur 85 prosent.

19
20

Í 1917 keypti staturin alt kornið í Danmark og leigaði korngoymslur kring alt landið. Prísurin á rugbreyði hækkaði við 30 prosentum.

21
22

Undir krígnum vóru fólkateljingar, og um fólk ikki møttu, fingu tey einki skamtanarkort, sum var neyðugt, um tey skuldu keypa mat.

23
24

1. heimsbardagi hevði við sær, at Danmark fekk royndir við kreppustýring, skamtan og ríkisfíggjarstýring. Undir kreppuni í 1930unum og undir týsku hersetingini í 1940-1945 komu hesar royndir Danmark til góðar.

25
26
1. heimsbardagi í Danmark

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Pxhere.com S4: Carl Pietzner (1853-1927) - commons.wikimedia.org
S6: Ukendt - “Det 3. Christiansborg” - 1914
S8: Holger Damgaard (1870-1945) - 1916
S10: Kolomaznik - commons.wikimedia.org
S12: Heinrich Dohm (1875-1940) - 1920
S14: Bmewett - pixabay.com
S16: ©Det Kongelige Bibliotek - Holger Damgaard
S18+20: Rigsarkivet - flickr.com
S22: Commons.wikimedia.org - 1918
S24: National Museum of Denmark - flickr.com
S26: Publicdomainpictures.net
Forrige side Næste side
X