Skipta um
tungumál
Danmark
Danmark

Boline Lindberg-Christensen, Nina Zachariassen, Søren Mikkelsen, Signe Elmstrøm, Kirsten Meyer, Jacob Fuchs & Ida Geertz

þýtt á færeyska frá Guðrun Elttø - Skúlin við Streymin
3
4

Danmark er eitt lítið land við 5,8 mió. fólkum. Danmark hevur 443 oyggjar og 7314 km strond. Hægsta staðið í Danmark er Yding Skovhøj, sum er 172,5 m.

5
6

Fólk hava búð í Danmark í 14.000 ár, síðani síðstu ístíð. Danska fólkið verður nevnt danir. Teir komu úr Svøríki fyri uml. 1500 árum síðani. Her løgdu teir tað, sum vit í dag kalla Danmark, undir seg - teir kallaðu tað Dana Mørk.

7
8

Danmark var eina ferð eitt stórt ríki, sum í 1400-árunum ráddi yvir øllum Norðurlondum í tí, ið kallaðist Kalmarsamveldinum. Síðani 1645 hevur Danmark tapt øll síni stríð og er í dag eitt lítið land.

9
10

Danmark hevur altíð verið eitt landbúnaðarland, sum framleiðir mat til 15 mió. fólk árliga. Til dømis verða 29 mió. svín framleidd um árið. Í dag starvast bara 2,5 % av fólkinum í landbúnaðinum.

11
12

Danmark hevur nógvar stórar altjóða fyritøkur innan ymsar vinnur. Nakrar av teimum størstu eru Mærsk, Novo Nordisk, Arla Foods, Carlsberg, Danish Crown, Vestas, Danfoss og Lego.

13
14

Danska kongsvaldið gongur heilt aftur til uml. ár 958. Í 1660 var einaræði stovnað í Danmark. Nú á døgum stendur Drotning Margreta 2. á odda fyri kongsveldinum.

15
16

Danmark er eitt fólkaræði, har tey hava valrætt, tá ið tey eru 18 ár. Fólkatigið hevur 179 limir og heldur til á Christiansborg í Keypmannahavn.

17
18

Í 1844 varð fyrsti háskúlin settur á stovn við íblástri frá Grundtvig, ið vildi útbúgva bøndurnar. Seinni komu eftirskúlarnir, har tað ber til at taka 8.-10. flokk og at búgva á skúlanum. Á eftirskúlunum ber til at fordjúpa seg í t.d. fimleiki, sjónleiki ella tónleiki.

19
20

“Rød grød med fløde”. Á donskum stavast orðini ofta á ein máta og verða søgd á ein annan máta. Tað eru umleið 32 dialektir í Danmark  býttar yvir trý geografisk øki; Jylland, oyggjamál og bornholmskt.

21
22

Av kendum søguligum dønum kunnu hesir verða nevndir: Alis- og evnafrøðinurin H.C. Ørsted, rithøvundurin H.C. Andersen, stjørnufrøðingurin Tycho Brahe og heimspekingurin Søren Kierkegaard.

23
24

Av núlivandi kendum dønum kunnu hesir verða nevndir: Tennisspælarin Caroline Wozniacki, sjónleikarin Mads Mikkelsen, fótbóltsleikarin Christian Eriksen og sangarin Lukas Graham.

25
26

Danmark verður ofta tengt at orðinum “hygge” Hvussu skilir tú orðið hygge?

27
Danmark

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Sharon Ang - Pixabay.com
S4+10: Pxhere.com
S6: Gordon Johnson - pixabay.com
S8: Ssolbergj - commons.wikimedia.org
S12: Manolo Franco + Michael Schwarzenberger / pixabay.com
S14: Casper Tybjerg - commons.wikimedia.org
S16: Peter Leth - flickr.com
S18: Wilhelm Marstrand - 1862 - commons.wikimedia.org
S20: Ida Geertz-Jensen
S22: J.P Trap + Frederik Ferdinand Petersen + Ukendt + Niels Christian Kierkegaard - commons.wikimedia.org
S24: Richard Thorpe + Georges Biard + Дмитрий Голубович + Warner Bros. Records - commons.wikimedia.org
S26: Sven Lachmann - pixabay.com
Forrige side Næste side
X