Skipta um
tungumál
Christiansfeld - ein danskur heimsarvur
Christiansfeld - ein danskur heimsarvur

Hanna Kruse og Silke Fyhn Heinze - Vonsild Skole

þýtt á færeyska frá June-Eyð Joensen
3
4

Christiansfeld er býur í Suðurdanmark millum Kolding og Haderslev. Har búgva umleið 3000 fólk. Christiansfeld er kendur fyri sína serstøku søgu og hunangskøkur.

5
6

Herrnhutarnir stovnaðu Christiansfeld í 1773. Christian 7. bjóðaði teimum at byggja ein øðrvísi bý í Danmark. Herrnhutarnir komu úr Týsklandi og keyptu jørðina frá kongi.

7
8

Christiansfeld varð uppkallaður eftir konginum. Herrnhutarnir høvdu ein einfaldan og symmetriskan byggistíl, har øll hjálptust at. Herrnhutarnir verða eisini róptir Brøðrameinigheitin.

9
10

4. juli 2015 gjørdist Christiansfeld UNESCO heimsarvur. Ein UNESCO heimsarvur er stað, ið hevur so stórt virði, at tað eigur at verða varðveitt og sum hevur týdning fyri landsins søgu. Fleiri hús eru í dag friðað.

11
12

Mitt í býnum liggur kirkjan. Brøðrahúsið er í syðra endanum og systrahúsið í norðara endanum. Í miðjuni er stórt springvatn. Langar beinar gøtur føra út úr miðbýnum.

13
14

Kirkjan hjá Brøðrameinigheitini er øðrvísi enn aðrar danskar kirkjur. Hon er stórt rúm uttan myndir, og presturin stendur mitt í kirkjuni. Sitið verður á langum røðum. Í kirkjuni kunnu vera upp í 1000 fólk.

15
16

Kirkjugarðurin verður rópt “gudsveltan”. Har liggja rík og fátøk lið um lið eftir deyðadag teirra. Allir steinarnir eru eins, tí øll eru líka yvir fyri Guði. Brøðurnir (menninir) liggja á vestursíðuni og systrarnar (kvinnurnar) liggja á eystursíðuni. Kirkjugarðurin varð friðaður í 1988.

17
18

Christiansfeld er eisini kendur fyri sínar hernhutt-stjørnur (christiansfeldsstjørnur). Tær verða tendraðar í býnum í jólamánaðinum. Stjørnurnar verða framvegis gjørdar í býnum Herrnhut í Týsklandi.

19
20

Kemur tú til Christiansfeld, MÁST tú royna hunangskøkur. Christiansfeld er víðagitin fyri sínar køkur, sum stava frá 1783. Í teimum er hunangur, siroppur og nógv kryddaríir.

21
22

Veitst tú um onnur støð, sum eru á heimsarvslistanum hjá UNESCO?

23
Christiansfeld - ein danskur heimsarvur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Villy Fink Isaksen + Ajepbah - commons.wikimedia.org + Honningkagehuset.dk
S4: Ole Akhøj - christiansfeldcentret.dk
S6: OTFW + Balthasar Denner (1685–1749) - commons.wikimedia.org
S8: A.S. Arndt - 1797
S10: Vejdirektoratet.dk
S12+14: Villy Fink Isaksen - commons.wikimedia.org
S16: Ajepbah - commmons.wikimedia.org
S18: Uschi - pixabay.com
S20: Honningkagehuset.dk
S22: Wikiwand.com

Christiansfeldcentret.dk
Forrige side Næste side
X