FO DA
Judo í Føroyum
FO DA
2
Judo í Føroyum

Tummas Rógvi J. Eliasen, Jóannes D. Mouritzen og Isak Reinert Jacobsen - Skúlin við Streymin

3
4

Judo er sett saman av ymiskum stríðshættum, sum Jigoro Kano kannaði og setti saman til eina sermerkta stríðsítrótt. Judo merkir “tann mildi vegurin”. Og Jigoro Kano gjørdi tað fyrstu Judo dojoina í 1882.

5
6

Judo kemur frá Japan, og ein venur í einari klædnadrakt, sum kallast gi. Draktirnar eru bláar ella hvítar til altjóða kappingar, men til minni, lokalar kappingar her í Føroyum  brúka vit eitt reytt belti, so ein sær mun, hvør á øðrum.

7
8

Í Føroyum eru fleiri ymisk judofeløg. Sunda Judofelag Tori venur í  fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin. Og tatamimátturnar verða lagdar út til hvørja venjing og ruddaðar burtur aftur aftaná.

9
10

Slagorðið í Sunda Judofelagi er: “Judo er meira enn ítróttur”. Tað merkir, at íðkararnir eisini læra nógv annað so sum virðing fyri fólki og sær sjálvum.

11
12

Tey, ið venja judo, eru judoka. Tað eru 8 virðir, ið allir judoka læra beinanvegin, tey byrja at venja. Tey eru: Virðing, reinlyndi, sjálvsagi, vinalag, góðvilji, æra, dirvi og lítilæti.

13
14

Judo hevur nógvar gamlar siðir, sum tryggja, at øll kenna seg vird. Í judo verður allur kroppurin vandur, og vit gerast sterkari, fáa betri javnvág og klára at lofta okkum, um vit detta.

15
16

Tað er umráðandi at vísa virðing. Vit níga, tá vit fara á máttuna og stilla okkum í eina linju. Síðani níga vit fyri venjaranum áðrenn venjingina. Aftan á venjing níga vit aftur upp á sama máta sum takk fyri venjingina.

17
18

Eitt, sum er týdningarmikið at vita til venjingina, er, at um ein klappar 3 ferðir á mótstøðumannin ella á gólvið, so endar dysturin umgangandi. Tað er umráðandi at fara væl um hvør annan, og øll eru ikki á sama støði, men øll skulu kunna kenna seg trygg.

19
20

Tá ið ein byrjar at venja, hevur hann/hon hvíta beltið, tað kallast 6 kyu, síðan kemur 5. kyu (gula beltið), 4.  kyu (orange beltið), 3. kyu (grøna beltið), 2. kyu (blá beltið) og 1. kyu (brúna beltið).

21
22

Kyu merkir næmingur, og tá ið ein er liðugur at vera næmingur, verður ein meistari, og tað kallast dan. Judo er sjálvverja, og ikki er loyvt at brúka judo ímóti nøkrum óprovokerað.

23
24

Børn hava ikki fult litað belti, men hava eina litaða strípu eftir beltinum,  sum vísur hvat kyu tey eru. Hetta kallast ein snipp. Hægsta beltið hjá børnum er ein brúnur snippur.

25
26

Jógvan Páll Kristiansen er ein tann kendasti judoíðkarin í Føroyum. Hann hevur vant judo síðan hann var 6 ára gamal. Hann hevur fleiri ferðir vunni FM og hann hevur vunnið gull á oyggjaleikunum. Hendan myndin er av honum, tá hann vann gull á oyggjaleikum á Álandi.

27
28

Kennir tú nakran, sum venur judo?

29
Judo í Føroyum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: ©Judo Føroyar
S4: Kano Jigoro, 1860 - 1938 - commons.wikimedia.org
S6+12+14+16+18+20+22: Katja Dam
S8: ©Sunda judofelag Tori
S10+26+28: Sofus Debes Johannesen
S24: Kristianna Solbjerg á Túgvu
Forrige side Næste side
X