Kunning

Samband: info@atlantbib.org

Atlantbib.org er ein skúlaverkætlan við luttakarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Tveir skúlar hava sámar við, og Norden i Skolen (nordeniskolen.org) er vorðin ein samstarvsfelagi. Tað eru Nord Plus Språk 2017 og Fondet for dansk-norsk samarbeid, ið veita verkætlanini fíggjarligan stuðul.

Atlantbib.org er ein bókaverkætlan, har næmingar og lærarar skriva yrkisbøkur til allar norðurlendskar skúlar ókeypis at brúka. Bøkurnar er net-bøkur, ið leggja dent á líkskap og munir millum norðurlendsku londini í mun til søgu, landafrøði, mál og mentan. Næmingarnir eru við í arbeiðinum at kanna, skriva, umseta og lesa bøkurnar inn, áðrenn tær verða givnar út. Verkætlanin leggur upp til, at allir skúlar, sum hava hug, kunnu skriva ella umseta bøkur til heimasíðuna. Samband: info@atlantbib.org.

Endamálið er at gera norðurlendsk mál atkomilig fyri børnum og at bjóða skúlum í norðurlondum eitt ókeypis læruamboð.

Verkætlanin byrjaði í 2015, og tá var tað Nord Plus Språk 2015, ið stuðlaði verkætlanini.

Skúlarnir, ið luttaka, eru:

·       Vonsild Skole, Kolding, Danmark

·       Skúlin við Streymin, Oyrarbakki, Færoyar

·       ​Tanem skole, Klæbu, Noregi

·       Åarjel-saemiej skuvle, Snåsa, Noregi* (sámar)

·       Frösakullsskolan, Halmstad, Svøríki

·       Östergårdsskolan, Halmstad, Svøríki*

·       Ljungdalens Skola, Ljungdalen, Svøríki* (sámar)

·       Breiðholtsskóli, Reykjavík, Ísland*

·       Brekkuskóla, Akureyri, Ísland*

·       Norden i Skolen, Keypmannahavn, Danmark*

(*nýggir luttakarar)

 

Fylg við arbeiðinum á Facebook, Twitter og Blogginum: