Vaihtaa
kieltä
Hvítabjørnin - tjóðardjór í Grønlandi
Hvítabjørnin - tjóðardjór í Grønlandi

Paarnannguaq Møller Svendsen - Efterskolen Kildevæld

Käännetty: June-Eyð Joensen
3
4

Hvítabjørnin er tjóðardjór í Grønlandi og er á skjaldrarmerki Grønlands. Hvítabjørnin heldur eisini til í Kanada, Svalbarði og Russlandi.

5
6

Hvítabjørn verður upp í 3 m long og 1,4 m høg. Hon vigar um 500 kg og er størsta bjarnaslag í heiminum. Í náttúruni kann hon gerast 30 ára gomul.

7
8

Eftir føðing tekur mamman sær av unganum í eina tíð. Eftir hetta skal hann klára seg sjálvan.

9
10

Frá føðing lærir mamman ungan at yvirliva. Tí má hann klintra upp sjálvur, hóast tað er strævið.

11
12

Fólk og onnur djór meta hvítabjørnina at vera vandamikla. Tá ið tær eru svangar, leita tær inn í býirnar fyri at finna mat. Tá mugu fólkini halda seg inni.

13
14

Hvítabjarnir eru sjáldsamir gestir í flestu býum. Men í norðara parti av Grønlandi er vanligt at síggja hvítabjarnir.

15
16

Hvítabjørnin veiðir vanliga á havísinum. Tá hon umsíðir gongur seg fram á ein fong, heldur hon á at elta hann, til hon hevur fingið fatur á honum.

17
18

Hvítabjarnir eta fyrst og fremst kóp, snjóharu og hvítrev. Á sumri royna tær at fanga síl í áunum.

19
20

Tað er ikki veiða, sum hóttir hvítabjørnina, men tað ger umhvørvisdálking harafturímóti. Umhvørvisbroytingar hava við sær, at pólísurin bráðnar, sum merkir, at veiðiøkini gerast minni á hvørjum ári.

21
22

Heimsmál nummar 15 hjá ST snýr seg um at verja “Lívið á landi”. Hvítabjørnin er bara eitt av mongum djórasløgum, sum hava tað trupult. Hvat heldur tú, vit kunnu gera, so at ísurin ikki bráðnar burtur í einki?

23
Hvítabjørnin - tjóðardjór í Grønlandi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Robynm - pixabay.com + globalgoals.org
S4: Commons.wikimedia.org
S6+18: Andreas Weith - commons.wikimedia.org
S8: Steve Amstrup - commons.wikimedia.org
S10: Alan D. Wilson - commons.wikimedia.org
S12: Monica Aulich - pixabay.com
S14: Arturo de Frias Marques - commons.wikimedia.org
S16: Peter Prokosch - flickr.com
S20: Kongelig Post - 1938
S22: Globalgoals.org

Globalgoals.org
Forrige side Næste side
X