мову
Stefan Åge Hardonk Nielsen
Переклад на українську мову June-Eyð JoensenI byen Jelling står Jellingsteinene. Steinene er fra vikingtiden - cirka år 935. Det var på den tiden Danmark gikk fra å tro på Odin og Tor, til å bli et kristent land.
Í býnum, Jelling, standa Jellingssteinarnir. Steinarnir eru úr víkingaøldini - umleið 935. Tað var, tá ið Danmark fór frá at trúgva uppá Óðin og Tór til at gerast eitt kristið land.
På Jellingesteinene er Danmark første gang nevnt som et land. Steinene er reist til ære for Gorm den Gamle og Tyra Danebod.
Á Jellingssteinunum er Danmark fyrstu ferð umtalað sum eitt land. Steinarnir eru settir upp til heiðurs fyri Gorm Gamla og Tyru Danabót.
Den store Jellingestein blir kalt for Danmarks dåpsattest, fordi den forteller om hvordan Harald Blåtand samlet Danmark, og kristnet danskene. Kongenes Jelling er et museum, som ligger i nærheten av steinene.
Stóri Jellingssteinurin verður nevndur Danmarkar dópsváttan, tí hann sigur frá, hvussu Haraldur Blátonn savnaði Danmark og kristnaði danir. Konganna Jelling er eitt savn, sum liggur tætt við steinarnar.
På museet kan man sitte ved ilden og høre gamle fortellinger. Vikingtiden varte fra ca. 700-tallet til 1066.
Á savninum kanst tú sita við eldin og hoyra gamlar søgur. Víkingaøldin vardi úr uml. 700-árunum til 1066.
De nordiske vikingene seilte langt omkring. De nådde helt til Island, Middelhavet, Tyrkia og Amerika.
Teir norrønu víkingarnir sigldu víða. Teir náddu heilt til Íslands, Miðjarhavið, Turkalands og Amerika.
Vikingene var gode krigere, men allikevel døde mange av dem i kamp. På museet kan du se hvor lang tid det tok for en viking å dø, når han ble rammet av ulike våpen.
Víkingarnir vóru góðir stríðsmenn, men kortini lótu nógvir lív í bardaga. Á savninum kanst tú síggja, hvussu langa tíð tað tók einum víkingi at doyggja, tá ið hann varð raktur av einum av ymsu vápnunum.
Víkingarnir vóru eisini kendir fyri list teirra við drekum og ormum.
På museet kan du oppleve overgangen fra liv til død. Når en kriger døde i kamp ble han kriger i Åsgård, som var gudenes verden.
Á savninum kanst tú uppliva skiftið frá lívi til deyða, tá ið ein stríðsmaður doyði í bardaga. So gjørdist hann stríðsmaður í Ásgarði, sum var gudanna heimur.
Når du går gjennom rommet med flammer på museet kan du høre om vikingenes liv, reiser og kriger.
Tá ið tú gongur gjøgnum rúmið við eldslogum á savninum, kanst tú hoyra um lívið hjá víkingunum, um ferðir og bardagar teirra.
Mange av ukedagene er oppkalt etter de nordiske gudene - Tyr (tirsdag), Odin (onsdag), Tor (torsdag) og Frigg (fredag). Mange danske byer er også oppkalt etter de nordiske gudene.
Nógvir av vikudøgunum eita eftir norrønu gudunum: Týr (týsdagur), Óðin (ónsdagur (mikudagur)), Tór (tórsdagur (hósdagur)) og Frigg (fríggjadagur). Nógvir danskir býir eita eisini eftir teimum norrønu gudunum.
På et interaktivt kart kan man se hvordan Jelling har utviklet seg fra år 900 til 2015, ved å dreie på en knapp.
Á einum samvirknum korti kanst tú síggja, hvussu Jelling hevur ment seg frá árinum 900 til 2015 við at snara einum knøtti.
Det moderne Bluetooth, som man bruker til dataoverførsel, er oppkalt etter Harald Blåtann som regjerte Danmark fra Jelling.
Tað nútímans Bluetooth, sum verður brúkt til at flyta dátu, eitur eftir Haraldi Blátonn, sum stýrdi Danmark úr Jelling.
Vikingene risset inn runer - det betyr at de skrev med runebokstaver på stein, slik som på Jellingesteinene. De er nå på UNESCOs verdensarvliste. Kan du skrive ditt navn med runer?
Víkingarnir ristu rúnir - tað vil siga, at teir skrivaðu rúnir á steinar sum á Jellingssteinunum. Steinarnir eru nú á heimsarvslistanum hjá UNESCO. Dugir tú at skriva títt navn við rúnum?
Foto/ Myndir: S1-25: Stefan Åge Hardonk Nielsen S4: vejdirektoratet.dk