språk
Thordis Dahl Hansen
Í Føroyum eru skrásettir 340 fjallatindar.
Hægsta fjallið eitur Slættaratindur og er 882 metrar høgt.
Longsta dag, 21. juni, eru tað nógv fólk, sum fara niðan á Slættaratind fyri at síggja sólina seta.

Tað lægsta fjallið eitur “Fjallið” og er 101 metrar høgt.
Tann minsta oyggin í Føroyum eitur Lítla Dímun. Hon er eitt fjall, øll sum hon er. Fjallið eitur Rávan og er 414 metrar høgt.

Hetta fjallið eitur Sneis og er 747 metrar høgt.
Tá ið vit standa á Sneis, síggja vit bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála. Eisini síggja vit brúnna um Streymin, sum bindur Eysturoy og Streymoy saman.

Regin Ellingsgaard hevur verið á øllum fjallatindum í Føroyum. Her er hann á Knúki í Borðoy, sum er 642 metrar høgur.

Kennir tú navnið á nøkrum fjallatindi tætt við, har tú býrt? Og hevur tú nakrantíð staðið á einum fjallatindi?

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+10: Pól Hans Joensen
S4+20: Andrias Reinert Hansen
S6+8+14: Thordis Dahl Hansen
S12: Heini Nygaard
S16: Gulakur Zachariasen
S18: Meinhard Eliasen