gïele
Kirkkokadun koulu, Erdal Ungdomsskole, Søndermarksskolen, Skúlin við Streymin, Brattebergsskolan - Unge sprogpiloter i Norden, Nurmes 2024
Jarkoestamme Skúlin við Streymin - Unge sprogpiloter i Norden, Nurmes 2024Nordurlond eru millum tey mest javnstillaðu londini í heiminum. Í fleiri ár er munurin millum menn og kvinnur minkaður, sum er við til at styrkja búskapin og vælferðina í londunum. Enn eru tó fleiri munir og avbjóðingar, sum tú kanst lesa um her. Bókin er skrivað vid støði í næmingaframløgum frá verkætlanini “Unge sprogpiloter i Norden”. Næmingarnir hava samstarvað um at umseta og lesa tekstirnar.
Nordurlond eru millum tey mest javnstillaðu londini í heiminum. Í fleiri ár er munurin millum menn og kvinnur minkaður, sum er við til at styrkja búskapin og vælferðina í londunum. Enn eru tó fleiri munir og avbjóðingar, sum tú kanst lesa um her. Bókin er skrivað vid støði í næmingaframløgum frá verkætlanini “Unge sprogpiloter i Norden”. Næmingarnir hava samstarvað um at umseta og lesa tekstirnar.
Løn og arbeiði
Í Norðurlondum er enn stórur munur á miðallønini hjá monnum og kvinnum. Í Norðurlondum er munurin í miðal 15,4%.

Kvinnur arbeiða í størri mun innan umsorgan og røkt t.d. námsfrøði og sjúkrarøkt. 97% av sjúkrarøktarfrøðingunum í Danmark eru kvinnur. Lønin er lægri samanborið við tað, nógvir menn tjena. Stjórar og leiðarar eru í flestu førum menn.

Politikkur og vald
Demokrati hevur verið í Norðurlondum í fleiri ár. Kvinnur fingu valrætt seinni enn menn. Í Danmark fingu kvinnur valrætt í 1915 og fleiri menn enn kvinnur eru vald. Men síðani ár 2000 hava fleiri sterkar kvinnur verið fyrimyndir í politikki.

Øll hava brúk fyri fyrimyndum innan politikk. Tað hevði týdning, tá Danmark fekk fyrsta kvinnuliga forsætisráðharran í 2011. Tarja Halonen gjørdist kvinnulig Løgtingsforskvinna í Finnlandi í 2000-2012 og Sana Marin gjørdist forsætisráðharri í 2019. Marita Petersen gjørdist føroyskur løgmaður í 1993.

Verjuskylda
Í fleiri ár hava bert menn havt verjuskyldu í herinum. Hjá kvinnum hevur verið torførari at sleppa í herin.

Í Noregi fingu bæði kyn verjuskyldu í 2015. Í Svøríki fingu kvinnur verjuskyldu í 2017. Í løtuni arbeiðir Danmark eisini fyri javnstøðu hjá bæði mannfólki og konufólki og trygd fyri, at kvinnur fáa betri treytir í landinum.

Útbúgving
Í Norðurlondunum hava øll, uttan mun til kyn, átrúnað og seksualitet líka rætt til ókeypis útbúgving. Hóast hetta klára dreingir og gentur seg ikki líka væl í skúlanum. Gentur fáa betri karakterir enn dreingir í flestu lærugreinunum í øllum Norðurlondum.

Í Norðurlondunum taka fleiri kvinnur hægri útbúgving enn menn. Av teimum, ið taka akademiska próvtøku í Finnlandi eru 59% kvinnur og 41% menn. Tøl frá hinum Norðurlondunum vísa somu úrslit.

Eitt mál er, at persónar, ið bera brek, skulu hava somu møguleikar fyri at fáa útbúgving og arbeiði, sum onnur í samfelagnum. Í dag er tað enn ikki javnt á hesum umráðunum í Nordurlondum.

Javnrættindi er ikki tað sama sum, at øll verða viðfarin eins. Rullistólarampur, føli-linjur og markeringar á gólvum og trapputrinum v.m. kann virka til frama fyri økt javnrættindi hjá fólki, ið bera brek. Í Noregi eru 104.000 fólk, ið bera brek, arbeiðsleys.

Tjódarminnilutar
Ein tjóðarminniluti er ein minnilutabólkur í samfelagnum, ið hevur felags trúgv, mentan ella mál og sum hevur verið í landinum leingi. Ein tjóðarminniluti hevur rætt til at nýta egið mál í dagligdegnum og fáa útbúgving á egnum máli.

Í Norðurlondum eru tjóðarminnilutar í ávikavist Finnlandi, Svøríki og Noregi. Jødar, rómverjar, sigøjnarar, skógarfinnar, finsk svenskarar, finsk karelar, svenskt finnar og tornadalbingar eru tjóðarminnilutar. Sámar og inuittar verða mett sum upprunafólk.

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Bil/ Photo:
All kunst/ alle foto: “Unge sprogpiloter i Norden”.