Tjaeledh
gïele
Adam Oehlenschläger - eitt danskt skald
Adam Oehlenschläger - eitt danskt skald

Lone Friis

Jarkoestamme June-Eyð Joensen
3
4

Adam Gottlob Oehlenschläger er ein av størstu norðurlendsku skøldunum. Hann varð eisini nevndur skaldakongurin í Norðurlondum.

5
6

Oehlenschläger varð føddur 14. november 1779 á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Pápi hansara var organistur og bleiv seinni fyristøðumaður á Frederiksbergs slotti, har Adam vaks upp.

7
8

Tá ið Oehlenschläger var liðugur við skúlan, fór hann í læru sum keypmaður. Tað ynskti pápi hansara. Har var bara í ein dag, so kom hann inn á Kongaliga leikhúsið, tí hann vildi vera sjónleikari.

9
10

Men hetta dámdi honum heldur ikki, og tí byrjaði hann at lesa løgfrøði. Meðan hann las, fann hann útav, at hann heldur vildi skriva, og so byrjaði hann at yrkja.

11
12

Oehlenschläger skrivaði fyrsta sálm sín, tá ið hann var 9 ára gamal.

13
14

Hann skrivaði eisini smáar skemtileikir, sum hann framførdi saman við systur síni, Sofíu, og einum vinmanni í kongaliga matsalinum á Frederiksbergs slotti.

15
16

Oehlenschläger verður hildin at vera fyrsti romantiski rithøvundurin í Danmark. Hann er mest kendur fyri danska tjóðsangin “Har er eitt vakurt land” og yrkingina “Gullhornini”.

17
18

Tá ið Oehlenschläger skrivaði “Guldhornini”, var tað í teimum døgum, tá ið øll navnorð vórðu skrivað við stórum. Bókstavirnar Æ-Ø-Å hevði man ikki enn, men brúkti Ö-Ä.

19
20

Her er fyrsta ørindi av “Gullhornunum”:
"Tey leingjast og leita í gomlum bókum,
í opnum hæddum við skimandi eygum,
á svørðum og skjøldrum í mórutum verjugørðum,
á rúnasteinum millum molnað bein."

21
22

Í ár 1800 varð hann trúðlovaður við Christine Heger. 10 ár seinni blivu tey gift og fingu skjótt 4 børn. Hann doyði 71 ára gamal og varð jarðaður á Frederiksbergs kirkjugarði í Keypmannahavn.

23
24

Kemur tú til Keypmannahavnar, kanst tú síggja standmyndir av Adam Oehlenschläger á Sankta Annæ plássinum, í Søndermarkini ella framman fyri Kongaliga leikhúsið.

25
26

Kennir tú onnur norðurlendsk skøld?

Kennir tú onnur norðurlendsk skøld?

27
Adam Oehlenschläger - eitt danskt skald

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1:Ukedt, commons.wikimedia.org S4: J.P. Trap - commons. wikimedia.org S6: Daniel Stello - commons.wikimedia.org S8: Axel Kuhlmann - commons.wikimedia.org S10: Saddhiyama - commons.wikimedia.org S12: Peter Madsen Faxøe - commons.wikimedia.org S14: Adam Oehlenschläge S16: Per Palmkvist Knudsen - commons.wikimedia.org S18: Tomasz Sienicki - commons.wikimedia.org S20: Nationalmuseet - commons.wikimedia.org S22: ChristianRK - commons.wikimedia.org S24: Daderot - commons.wikimedia.org S26: Antonio Litterio - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X