språk
Walter Rengensjö och Max Keinvall
Yvyrsett åv June-Eyð JoensenHetta er Zlatan Ibrahimović. Hann er ein tann kendasti fótbóltsleikarin í heiminum og kemur úr Svøríki.
Hetta er Zlatan Ibrahimović. Hann er ein tann kendasti fótbóltsleikarin í heiminum og kemur úr Svøríki.
Hann hevur spælt fyri fleiri ymisk fótbóltsfeløg, eitt nú Malmø FF, Juventus, Inter og París Saint-Germain, men sjálvandi hevur hann eisini spælt fyri svenska landsliðið.
Hann hevur spælt fyri fleiri ymisk fótbóltsfeløg, eitt nú Malmø FF, Juventus, Inter og París Saint-Germain, men sjálvandi hevur hann eisini spælt fyri svenska landsliðið.
Hann varð borin í heim 3. oktober 1981. Pápi hansara er úr Bosnia, og mamma hansara er úr Kroatia.
Hann varð borin í heim 3. oktober 1981. Pápi hansara er úr Bosnia, og mamma hansara er úr Kroatia.
Zlatan hevði ein harðan uppvøkstur. Hann búði í einum øki í Malmø, sum eitur Rósugarðurin.
Zlatan hevði ein harðan uppvøkstur. Hann búði í einum øki í Malmø, sum eitur Rósugarðurin.
Saksisparkið hjá Zlatan í dystinum ímóti Onglandi er eitt tað kendasta saksisparkið i heiminum.
Saksisparkið hjá Zlatan í dystinum ímóti Onglandi er eitt tað kendasta saksisparkið i heiminum.
Flottasta málið, ið hann hevur skorað, er eisini hetta sama saksisparkið ímóti Onglandi.
Zlatan hevur eisini gjørt lýsingar fyri Volvo, sum er eitt svenskt bilmerki og eitt luktilsi.
Zlatan hevur skrivað eina bók, har hann sigur frá sínum uppvøkstri og yrkisleið. Ein filmur er eisini gjørdur um Zlatan. Hann eitur “Tann ungi Zlatan” og hevði frumsýning í 2016.
Zlatan hevur skrivað eina bók, har hann sigur frá sínum uppvøkstri og yrkisleið. Ein filmur er eisini gjørdur um Zlatan. Hann eitur “Tann ungi Zlatan” og hevði frumsýning í 2016.
Hann er pápi at tveimum børnum, ið eita Maximilian og Vincent.
Nú (2017) spælir hann við Manchester United (2018: LA Galaxy, 2020: AC Milan), men er givin á svenska landsliðnum.
Nú (2017) spælir hann við Manchester United (2018: LA Galaxy, 2020: AC Milan), men er givin á svenska landsliðnum.
Veitst tú hvørji onnur feløg, Zlatan hevur spælt fyri?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1:Илья Хохлов - commons.wikimedia.org S4+12+14: Дмитрий Неймырок - commons.wikimedia.org S6: Jean Francois Fournier - flickr.com S8: Luis Antonio Rodriguez Ochoa - commons.wikimedia.org S10: Jorchr - commons.wikimedia.org S16: ComradeUranium - commons.wikimedia.org S18: Nina Ulmaja - albertbonniersforlag.se S20: Axel Pettersson - flickr.com S24: Станислав Ведмидь - commons.wikimedia.org