språk
Mia Erika Sparrok -Snåasen skuvle
Yvyrsett åv June-Eyð JoensenSámar hava átta árstíðir, sum siga nakað um reindjórahald gjøgnum árið.
Vår
På våren kalvar honan och renskötseln börjar. Vi måste ta hand om renarna så att rovdjuren inte tar de små kalvarna.
Várið
Um várið kálva hindirnar, og árið við reindjórahaldi byrjar. Vit muga ansa eftir, at rándýr ikki taka smáu kálvarnar.
Vår-sommar
Junimånaden är nästan färdig. Då är det viktigt att inte störa renen så att den får beta i fred.
Tíðliga á sumri
Í juni er kálvingin næstan av. Tá hevur tað týdning ikki at órógva reindjórini, so at tey fáa frið at bíta hagan.
Sommar
I juni och juli månad samlar vi renarna och då tar vi in de i renhägnet. Då märker vi kalvarna.
Summarið
Í juni og juli reka vit reindjórini inn um girðingina. Tá verða kálvarnir markaðir.
Vi märker med kniv. Alla samiska renskötare har sitt eget renmärke. Märket är viktigt att ha för då kan man se vem renen tillhör.
Vit marka teir við knívi. Allir sámar, sum hava reindjór, hava sítt egna reindjóramark. Markini hava týdning, so vit síggja, hvør eigur hvørji reindjór.
Vit brúka krókstav og snerru, tá ið vit skulu fanga kálvarnar.
Höst-sommar
Hos oss brukar renarna att korsa över tåglinjen och Europavägen 6. Vi måste se till så att tåg och bilar inte kör på renarna.
Seint á sumri
Her hjá okkum plaga reindjórini at fara yvir um eina jarnbreyt og ein motorveg. Vit mugu ansa eftir, at tok og bilar ikki koyra á reindjórini.
Höst
På hösten måste vi passa på att renarna så att de inte går in på granndistriktet. Vi tar in renarna i renhägnet och slaktar tjurarna.
Heystið
Um heystið mugu vit ansa eftir, at reindjórini ikki rýma inn í onnur øki, sum liggja upp at okkara. Vit reka reindjórini inn um girðingina og fletta bukkarnar.
Höst-vinter
Vi går in i renhägnet och delar renarna så att vi ser vem renarna tillhör och vilka som ska slaktas.
Tíðliga á vetri
Í girðingini verða reindjórini býtt sundur, so vit síggja, hvør eigur hvørji reindjór, og hvørji vit skulu fletta.
Vinter
På vintern flyttar vi renarna till vinterplatsen. Min familj brukar flytta till kusten. Vi måste se till renarna.
Veturin
Um veturin verða reindjórini flutt til vetrarlendið. Okkara familja plagar at flyta til strondina fyri at røkta reindjórini.
Vår-vinter
Renarna går mot kalvnigsplatsen. Vi flyttar renarna till vårplatsen och honkalvarna.
Tíðliga á vári
Reindjórini byrja at ganga ímóti økinum, har tey skulu kálva. Vit flyta reindjórini til várlendið, og hindirnar kálva.
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1-26: Ina Theres Sparrok